Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.1981, Blaðsíða 56
70
Nr. 20.
29. apríl.
KUNNGERÐ
um
fiskiskapin á landleiðini við fískiførum, sum hava heimstað og eru skrásett í konga-
ríkinum.
Við heimild í § 4, 1. stk. í løgtingslóg nr. 8 frá 29. mars 1978 um fiskiveiðu á land-
leiðini og í samráð við løgtingsins fiskivinnunevnd hevur landsstýrið fyrisett:
Veiða við troli v. m.
§ 1. Veiða við skovlváð, troli, snurriváð ella líknandi neti er ikki loyvd á hesum
leiðum í teimum tilskilaðu tíðarskeiðunum:
a. Alt árið innanfyri linjur, drignar 12 fjórðingar frá grundlinjunum. Frá forboðnum
eru tó tey skipini undantikin, ið hava serloyvi til troling.
b. Alt árið, burtursæð frá tíðarskeiðinum 16. juni til 30. september, báðir dagar
íroknaðir, á Føroya Banka innanfyri linjur, drignar millum hesi 8 støðini og í
hesi raðfylgju:
1. 60°59’00”N 07°51’00”V
2. 61°15’30”N 08°16’00”V
3. 61°13’20”N 08°42’12”V
4. 61°00’00”N 09°11’00”V
5. 60°48’40”N 09°25’00”V
6. 60°25’50”N 09°09’00”V
7. 60°36’30”N 08°45’00”V
8. 60°45’40”N 08°37’00”V
c. I tíðarskeiðinum 15. februar til 30. apríl, báðir dagar íroknaðir, á leiðini millum 12
og 20 fjórðingar frá grundlinjunum millum 0° rættvísandi úr Eiðiskolli
(62°19’17”N 07°05’28”V) og 0° rættvísandi úr Norðbergi (62°21’16”N
06°18’00”V).
d. I tíðarskeiðinum frá 15. februar til 10. apríl, báðir dagar íroknaðir, á leiðini millum
15 og 20 fjórðingar frá grundlinjunum millum 0° rættvísandi úr Norðbergi
(62°21’15”N 06°18’00”V) og 45° rættvísandi úr Bispinum (62°20’27”N
06°15’00”V).
e. í tíðarskeiðinum frá 17. apríl til 31. mai, báðir dagar íroknaðir, á leiðini millum
15 og 25 fjórðingar frá grundlinjunum millum 90° rættvísandi úr Bispinum
(62°20’27”N 06°15’00”V) og 90° rættvísandi úr Mjóvanesi (62°07’42”N
06°35’12”V).
f. í tíðarskeiðinum 1. september til 15. oktober, báðir dagar íroknaðir, millum
12 og 16 fjórðingar frá grundlinjunum millum 195° rættvísandi úr Akraberg-vita
(61°23’38”N 06°40’15”V) og 240° rættvísandi úr Ørnanípuni (61°38’48”N
06°58’30”V).
g. í tíðarskeiðinum 1. apríl til 30. apríl, báðir dagar íroknaðir, millum 12 og 24
fjórðingar frá grundlinjunum millum 240° rættvísandi úr Trælanípuni
(>62°01T2”N 07°13T2”V) og breiddarstigið 61°55’00”N.
h. í tíðarskeiðinum 15. oktober til 31. december, báðir dagar íroknaðir, millum 12 og