Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.1981, Blaðsíða 95
109
2. stk. Heldur skattgjaldari seg eiga rætt til frádrátt fyri útreiðslur í samband við
inntøkuna, skal hann senda Líkningarráðnum yvirlit yvir hesar, og skal
Líkningarráðið so skipa fyri møguligari afturgjalding í mun til útreiðslurnar, ið
góðtiknar verða.
§ 6. Lesandi, lærlingar ella onnur, sum eru undir útbúgving uttanlands, og sum bert
eru her í styttri tíð (frítíðum) og her hava inntøku, fáa sum ein serstakan frádrátt 5.000
kr. um mánaðin, og verður skatturin roknaður við 40% av inntøkuni eftir nevnda
frádrátt. Tey, sum halda seg hava rætt til henda frádrátt, kunnu við at venda sær til
Líkningarráðið fáa skattin endaliga avroknaðan. I hesum sambandi má váttan frá t.d.
lærustovni ella lærumeistara fyrivísast ráðnum, eins og váttan frá føroyska
arbeiðsgevaranum skal fyrivísast ráðnum, sum vísir arbeiðstíðina í Føroyum,
útgoldna bruttoløn og eftirhildnan skatt.
§ 7. Skatturin verður býttur javnt millum landskassan og avvarðandi kommunu.
Gjaldstovan býtir peningin, so hvørt hann verður goldin, og uppgerð er góðkend av
Líkningarráðnum.
§ 8. Henda kunngerð fær gildi frá 1. apríl 1981 ogfersamstundiskunngerðnr. 15 frá
4. februar 1980 úr gildi.
Hetta verður gjørt kunnugt.
FØROYA LANDSSTÝRI, 12. august 1981.
Torbjørn Poulsen (sign.)
landsstýrismaður
/J. Djurhuus.