Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.1981, Blaðsíða 54
68
Nr. 18.
22. apríl.
KUNNGERÐ
utn
heilsusamtykt í Vestmanna kommunu.
Eftir § 2 í løgtingslóg nr. 38 frá 5. juli 1973 um heilsusamtyktir verður standard
heilsusamtyktin, nr. 68 frá 29. september 1969, sett í gildi í Vestmanna kommunu við
hesum broytingum:
1. § 12, 1. stk. verður orðað soleiðis:
»Hvørt hús skal hava inni so mong wc, sum heilsunevndin heldur verða neyðugt
til tess at hjálpa sær sjálvum.«
2. § 13, 1. stk. verður orðað soleiðis:
»WC mugu ikki verða gjørd uttan loyvi frá heilsunevndini. Frálopini frá teimum
skulu í lokaðum rørum ganga gjøgnum rottanga/trikstanga.«
3. § 18, 18. stk. verður orðað soleiðis:
»Frálop frá vatnklosetti ella frá nátthúsi skal ganga gjøgnum rottanga/triks-
tanga í samlibrunn.«
4. § 18, 22. stk. verður strikað.
5. § 18, 23. stk. verður orðað soleiðis:
»Reinsing av frálopsrørum, rennum, veitum og samlibrunnum liggúr á eigar-
anum av bygdum lendum. Hetta skal verða gjørt so ofta, sum heilsunevndin heldur
tað verða neyðugt eftir árstíðini og eftir heilsuviðurskiftunum. Tað, sum verður
tikið upp úr rennum og samlibrunnum, skal verða beint burtur alt fyri eitt.«
6. I § 34, 3. stk. verður orðingin »Rúmini skulu í gólvinum hava frálop gjøgnum
glasað rør....« broytt til: »Rúmini skulu í gólvinum hava frálop gjøgnum glasað
rør/plastikkrør...«.
FØROYA LANDSSTÝRI, 22. apríl 1981.
Páll Vang (sign.)
landsstýrismaður
/ J. Djurhuus (sign.)