Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.1981, Blaðsíða 141
155
Nr. 81.
28. december.
Kunngerð
um
veiðu av svartkjafti á landleiðini við skipum úr ávísum londum í 1982.
Við heimild í løgtingslóg nr. 9 frá 29. mars 1978 um fiskiavtalur við fremmand lond
hevur landsstýrið fyrisett:
§ 1. Hóast forboðið í § 2 í løgtingslóg nr. 8 frá 29. mars 1978 um fiskiveiðu á
landleiðini er loyvt skipum, sum eru skrásett og heimahoyrandi í ávísum londum,
samanber skjal 1, at reka beinleiðis fiskiskap eftir svartkjafti (Trisopterus Poutassou)
á sjóøki Føroya við tí skipatali og eftir teimum nøgdum, ið eru tilskilaðar í skjalinum.
2. stk. í tíðarskeiðinum 1. januar til 30. apríl og frá 1. juli til 31. december, allir 4
dagarnir íroknaðir, er beinleiðis veiða eftir svartkjafti ikki loyvd innanfyri linjur
drignar 21 fjórðingar frá grundlinjunum, tó ikki
(a) innan fyri 24 fjórðingar millum 240° rættvísandi úr Trøllhøvda (61°55’04” N
06°57’05” V) og 320° rættvísandi úr Barðinum (62°08’30” N 07°27’00” V),
(b) innanfyri 28 fjórðingar millum 150° rættvísandi úr Akraberg vita (61°23’38” N
06°40’15” V) og 195° rættvísandi úr Akraberg vita (61°23’38” N 06°40’15” V)
og
(c) á Føroya Banka innanfyri linjur drignar millum hesi 8 støðini og í hesi raðfylgju:
1. 60°59’00” N 07°51’00” V,
2. 61°15’30” N 08°16’00” V,
3. 61°13’20” N 08°42’12” V,
4. 61°00’00” N 09°11’00” V,
5. 60°48’40” N 09°25’00” V,
6. 60°25’50” N 09°09’00” V,
7. 60°36’30” N 08°45’00” V,
8. 60°45’40” N 08°37’00” V.
3. stk. I tíðarskeiðinum 1. mai - 30. juni.báðirdagaríroknaðir, erbeinleiðisveiðaav
svartkjafti ikki loyvd innan fyri linjur, drignar 21 fjórðingarfrá grundlinjunum, tó ikki
(a) innan fyri 24 fjórðingar millum 245° rættvísandi úr Trøllhøvda (61°55’04” N
06°57’05” V) og 320° rættvísandi úr Barðinum (62°08’30” N 07°27’00” V),
(b) innan fyri 28 fjórðingar millum 150° rættvísandi úr Akraberg vita (61°23’38” N
06°40’15” V) og 180° rættvísandi úr Akraberg vita (61°23’38” N 06°40’15” V),
(c) innan fyri 200 m dýpdarlinjuna millum 245° rættvísandi úr Trøilhøvda
(61°55’04” N 06°57’05” V) og 180° rættvísandi úr Akraberg vita (61°23’38” N
06°40’15” V) og ikki innan 12 fjórðingar frá grundlinjunum, og
(d) á Føroya Banka, jbr. 2. stk. c.
§ 2. Treyt fyri at inna fiskiskapin eftir reglunum í § 1 er, at
(1) skipið hevur fingið fiskiloyvi til svartkjaftaveiðu,
(2) landsstýrið (fiskivinnustovan), áðrenn fiskiskapur verður byrjaður, fær boð um
navn skiparans, skipanavn, skrásetingar- og radiofrámerki, havnaskrásetingar-
bókstav og -nummar, skipastødd, longd, brutto- og nettotonnagu og maskin-
hestakreftir,