Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.1981, Blaðsíða 74
88
Ad 2. Privat mjólkarsøla.
Framleiðarin sendir inn váttan frá keypara yvir litratal við tilskilan av prísi, keyparin
hevur goldið, uppgjørt á oyðubløð, sum fáast frá Jarðarráðnum.
Ad 3. Kómastudningur.
Jarðarráðið avger, hvørjar tær bygdir eru, ið liggja so óhøgliga fyri, at tær koma undir
studningsveitan til róma.
Ad 4. Kjøtstudningur.
Boðað verður Føroya Jarðarráði frá, áðrenn neyt verða dripin. Við endaligu umsókn-
ini má fylgja kvittað rokning frá sølubúð ella keypara og váttan avaldri, drápsvekt og
kiloprísi, sum keyparin avroknar framleiðaranum.
Ad 5. Flutningsstudningur.
Flutningsstudningur verður bert veittur til veruligar útreiðslur (sambært kvittaðar
rokningar), tá keypari ella mjólkarvirki váttar á serliga uppgerð, at mjólkin erflutt úr
aðrari bygd. Flutningsstudningurin stendur í mun til flutningsstrekkið og kann verða
avmarkaður við 1 oyra pr. km, tó ikki undir 10 oyru og ikki upp um 30 oyru fyri liturin.
Ad 6. Studningur til mjólkarvirki.
Uppgerð frá mjólkarvirki hvønn mánað yvir litratal fyri hvørja bygd sær við tilskilan
av innkeypsprísi og útsøluprísi.
Umsóknir:
Allar umsóknir og uppgerð eftir hesi kunngerð verða í seinasta lagi 14 dagar eftir tað
tíðarskeið, ið ikki skal vera longri enn 3 mánaðir, uppgerðin viðvíkir, at senda Føroya
Jarðarráð, ið umsitur studningarnar.
Hetta verður gjørt kunnugt.
FØROYA LANDSSTÝRI, 13. mai 1981.
Páll Vang (sign.)
landsstýrismaður
/ J. Djurhuus (sign.)