Føroya kunngerðasavn A og B - 04.05.1999, Qupperneq 4
Umprent
52
Nr. 32 23. apríl
Løgtingslóg
um
broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt
Samsvarandi samtykt Føroya løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§1
f løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um lands-
skatt og kommunuskatt, sum seinast broytt við løg-
tingslóg nr. 104 frá 29. desember 1998, verða gjørdar
hesar broytingar:
1) § 29, nr. 13 verður orðað soleiðis:
“13) Aldursviðbót eftir § 10, bamaviðbót eftir §
13, persónlig viðbót eftir § 14 og hjálpar- og
røktarviðbót eftir § 16 í lóg nr. 58 frá 15. mars
1967 um fólkapensión við seinni broytingum, av-
lamisviðbót eftir § 4, hjálpar- og røktarviðbót eft-
ir § 11, bamaviðbót eftir § 14, persónlig viðbót
eftir § 15, avlamisveiting eftir § 16, stk. 1, hjálp-
ar- og røktarviðbót eftir § 16, stk. 2, avlamis-
ískoyti eftir § 45, stk. 1 og hjálpar- og røktar-
viðbót eftir § 45, stk. 4 í lóg nr. 55 frá 15. mars
1967 um avlamispensión við seinni broytingum
og veitingar eftir §§ 9, 15, 16, 17 og 18, bama-
viðbót eftir § 13, stk. 1, persónligar viðbøtir eftir
§ 13, stk. 2 og persónligt ískoyti eftir § 29, stk. 2
í lóg nr. 56 frá 15. mars 1967 um almenna for-
sorg við seinni broytingum og bamagjald og onn-
ur serlig gjøld, sum verða útgoldin sambært løg-
tingslóg nr. 71 frá 20. mai 1996 um bamagjald til
einsamallar uppihaldarar v.fl. við seinni broyt-
ingum.”
2) § 29, nr. 16 verður strikað.
3) Eftir § 30 verður sett:
“§ 30a. Seljarar av fiskalivur skulu rinda eitt
avgjald til landskassan uppá 25 % av avrokning-
arvirðinum, sum keyparin dregur frá avrokningar-
virðinum og rindar Toll- og Skattstovu Føroya
saman við MVG-avrokningini hjá virkinum.
Stk. 2. Inntøkur av fiskalivurslandingum, sum em
avroknaðar sambært stk. 1, skulu ikki teljast við í
skattskyldugu inntøkuni hjá seljara.
Stk. 3. Ásetingamar í stk. 1 og 2 em ikki galdandi,
tá keypt verður frá persóni ella felag, sum er
MVG-skrásett. Vanligu reglumar í hesi lóg eru tá
galdandi. Tó er henda regla ikki galdandi fyri
mvg-skrásett fiskifør.
Stk. 4. Somu reglur, sum em galdandi fyri inn-
krevjing og panting v.m. av meirvirðisgjaldi, em
eisini galdandi fyri innkrevjing og panting v.m. av
avgjaldinum sambært hesi grein.”
§2
Flenda lóg kemur í gildi 1. januar 1999. § 1, nr. 3
kemur tó í gildi 1. apríl 1999 og fer úr gildi 1. januar
2002.
Tórshavn, 23. apríl 1999
Anfinn Kallsberg (sign.)
løgmaður