Fróðskaparrit - 01.07.2004, Síða 24
22
Ómarkaði kyn í føroyskum
Unmarked or default genders in Faroese
Hjalmar P. Petersen
á Merkrunum 5, FO-360 Sandavági, Føroyar;
Email: hjalpet@post.olivant.fo
Úrtak
f hesum greinarpetti verður víst á, at føroyskt hevur tvey
ómarkaði kyn, kallkyn og hvørkikyn. Málið liggur tískil
mitt ímillum íslendskt og hini norðurlendsku málini, og
tað tykist vera soleiðis, at hvørkikyn vinnur á kallkyni.
Abstracts
We will show in this article that Faroese has two
unmarked or default genders, masculine and neuter. The
language is situated between Mainland-Scandinavian
and Insular-Scandinavian, just as is the case with the
phonological system, the morphological system, syntax
and vocabulary, and it seems to be the case that a change
is happening from having masculine as default gender to
neuter.
Inngangur
Kyn sæst ikki í sjálvum navnorðinum, men,
sum Hockett sigur, ‘Genders are classes of
nouns reflected in the behaviour of associ-
ated words’ (1958:231), sbr. setningarnar í
(1) niðanfyri:
(1) a. ein stórur maður
b. ein stór brúður
c. eitt stórt tjaldur
Tað er kortini ikki altíð, at vit hava eitt
navnorð, sum krevur kynsbending, t.d. er
navnháttur ikki ein eyðkendur kynskontrol-
lørur. Hetta verður viðgjørt undir Kyn uttan
ein eyðkendan kontrollør.
Tá ið talan er um kyn í føroyskum, hevur
orðaskiftið verið, um føroyskt ger kynsmis-
mun, m.a. tí vit hava orð eins og manna-
gongd ella at maður verður brúkt í merk-
ingini ‘menniskja’, o.s.fr. (Didriksen,
1986).
Henda spurning fari eg ikki at viðgera
her, men fari at spyrja, hvat kyn er ómark-
að, tí tað er vanliga soleiðis, at mál velja eitt
kyn sum tað ómarkaða, ja, kunnu eisini
hava eina blandskipan (Corbett, 1999), og
eg fari at vísa her, at føroyskt hevur í løtuni
eina blandskipan.
Greinin er bygd upp soleiðis, at eg fyrst
komi inn á, hvat tað vil siga, at ein eind í
málinum er ómarkað (en. unmarked el. de-
fault)\ síðani verður hugt at ómarkaðum
kallkyni, at muninum ímillum onkur, nakar
mótsett øll, at hvørkikyni sum ómarkaðum
kyni, at førum, har vit hava kyn, uttan ein
eyðkendan kontrollør, og verður so tikið
samanum síðst í greinini.
Ómarkaðar og markaðar eindir
At ein málslig eind er ómarkað vil siga, at
J
Fróðskaparrit 52. bók 2004: 22-28