Fróðskaparrit - 01.07.2004, Síða 25
UNMARKED OR DEFAULT GENDERS IN FAROESE
23
hetta er tað, sum altíð er. At okkurt er eitt-
hvørt av sær sjálvum. Vit kunnu lýsa tað við
einum dømi úr ljóðskipanini.
í føroyskum hava vit eitt 1- ljóð í land,
eitt annað í alt, eitt triðja í telgja og eitt
fjórða í kjálki, umframt at vit hava eitt fimta
í árla.
Tað fyrsta ljóðið er eitt tann-tann-
rygsljóð, sum er raddað. Hetta er tað van-
ligasta virðið, sum /-fonemið hevur. Tað er
tað ómarkaða virðið hjá foneminum. 011
hini ljóðini koma fyri í serstøkum, avleidd-
um støðum, her framman fyri eitt óraddað,
aspirerað Ijóð (alt), eitt harðgómaljóð
(telgja), eitt aspirerað harðgómaljóð
(kjálki) og aftan fyri eitt retroflekst ljóð
(árla).
Vit siga, at /1/ altíð er [1], t.e. eitt raddað,
lateralt tann-tannrygsljóð, og at tað er hetta
virðið, ljóðið hevur í teirri mentalu gram-
matikkini. Tá ið tað so kemur at standa í
vissum umhvørvum, og tað ávirkast frá
kringumstandandi ljóðum, broytist virðið á
/-ljóðinum. í fyrra føri er talan um tað
ómarkaða ljóðið /1/, í hinum førunum um
markaðar variantar av hesum ljóðum.
Tá ið tosað verður um ómarkað kyn,
meinast við, at øll orð hava hetta kynið up-
prunaliga, men at mann so kann seta reglur
upp fyri, nær tey fáa annað kyn. Eg meti tá,
at tað ber til at seta upp reglur fyri kynstil-
lutanini í føroyskum, t.e., at hon ikki er
tilvildarlig. Arbeitt verður við hesum evni í
løtuni.
Eg havi lagt dent á at hyggja at grammat-
iskum konstruktiónum, tá ið eg her havi
kannað ómarkað kyn, men til ber at taka
annað við, sosum at spyrja, um eitt av teim-
um trimum kynunum í føroyskum hevur
fleiri orð enn hini. Kynsbýtið ímillum
kall-, kvenn- og hvørkikyn er, sbr. Zakaria-
sen (1994) sum í mynd 1. Talan er tá um øll
orð í orðabókini.
Mynd
Kallkyn Kvennkyn Hvørkikyn
24% 21% 21%
(Zakariassen, P. 1994:93).
Arbeitt verður í løtuni við evninum, og er
tískil ein datagrunnur gjørdur. Hann byggir
á øll ósamansett navnorð í Føroysk orða-
bók, og har havi eg funnið hetta kynsbýtið:
Mynd
Kallkyn Kvennkyn Hvørkikyn
3368 2937 2895
Út frá hesum tølunum ber ikki til at siga
nakað um, hvat kyn er ómarkað í føroysk-
um, tí tað er so lítil munur á.
Ein annar máti at gera av, hvørji el. hvat
kyn er ómarkað, er at hyggja at lániorðum.
Fara tey bara inn í eitt kyn, ella fara tey í øll
trý kynini? Uttan at hava kannað hetta
nærri, tori eg at siga, at heldur ikki her ber
til at siga nakað um marking, tí lániorðini
verða antin kall-, kvenn- ella hvørkikyn.
Barnamál er áhugavert, tí her síggja vit,
hvussu tær málsligu reglurnar spakuliga
verða uppbygdar, og hvat er fyrst. Eg ar-
beiði í løtuni við hesum, og tað, sum eg hig-
artil eri komin fram til er, at tað sær út til, at
hvørkikyn er ómarkað:
(2) a. Eg kalt
Eg eri kaldur (Pætur, 2 ár)
b. Bilin brotið