Fróðskaparrit - 01.07.2004, Qupperneq 27
UNMARKED OR DEFAULT GENDERS IN FAROESE
25
(8) Tú hevur 3 børn at taka tær av
og tú ert noyddur at hanga í,
sjálvt um mann er móður
(Cassiopeia, SvF, 25/04-04).
og millum dømini hjá Didriksen (1986:48
ff) er hetta:
(9) Hvis tú er normalur og ert
gravid, so fært tú hasar kensl-
urnar
011 hesi dømini meira enn benda á, at vit í
føroyskum nýta kallkyn sum tað ómarkaða
kynið, og hetta er tann sama støðan, sum til
er í íslendskum, har tey hava til dømis allir
í einum setningi sum (10):
(10) Allir geta ekki komið í sund í
dag
Júst allir verður ikki eins nógv nýtt í
føroyskum sum í íslendskum. Vit hava her
hvørkikynsformin øll, og bendir tað á ein
mun ímillum málini2, sbr. (11) niðanfyri.
Onkur, nakar mótsett øll
Vit síggja í (10) (og eisini í (11) í næsta
petti, at munur er ímillum íslendskt og
føroyskt, og at hvørkikyn er tað sterkara,
ómarkaða kynið í føroyskum. Tó verður
kallkyn nýtt í nakar, onkur og spurningum
sum hvør/hvønn.
í teimum førum, har vit hava øll er talan
um ein universellan kvantor (en. quantifi-
er), sum bindur variabulin, t.e. Vx. Tá ið
talan er um nakar og onkur, hava vit ein
eksistentiellan kvantor 3x.
Her er munur á kynsvali, umframt at
nakar, onkur... krevja, at tað, sum víst
verður til hevur dragið [+menniskja], og tí
ber ikki til at spyrja: Sást tú nakað/okkurt,
um sipað verður til menniskju. í øll ber
hetta til.
Verður hugt at spurnaðarfornavninum,
geldur tað sama her, sum fyri onkur, nakar,
og eisini setningar við tú/mann sum í (8), tú
ert noyddur, sum ikki velur nakran ávísan
út í diskursinum, júst sum onkur, nakar, øll,
og tað er hetta mynstrið, sum sær út til at
vera ráðandi í dømunum omanfyri.
Ómarkað hvørkikyn
Hvørkikyn verður eisini brúkt sum ómar-
kað kyn í føroyskum, sbr. dørnið niðanfyri:
(11) a. Tey brekaðu hava ikki
nógvar pengar
b. Faltaðir hafa ekki mikið...
(Thráinsson et al., 2004:225(3))
I (lla) í føroyskum nýta vit hvørkikyn
fleirtal, meðan (11 b) vísir, at íslendingar
nýta kallkyn.
Tann danski málfrøðingurin Otto Jesper-
sen hevði eitt, hann kallaði conceptional
neuter, sum hann greinar sum:
‘the real or notional or universal neuter in
opposition to the specified or concrete neu-
ter which we have when in English we re-
fer to a previously mentioned house or
worm, etc. as it...'
(Jespersen, 1924:241).
Hetta verður í bókini um kyn hjá Corbett
nevnt ‘neutral agreement’ (Corbett, 1999).