Fróðskaparrit - 01.07.2004, Side 28
26
ÓMARKAÐI KYNí FØROYSKUM
Talan er um, at vit í vissum førum hava
hvørkikyn.
Um nú fyrst verður hugt at veðursagn-
orðum sæst, at tað ber til í norrønum at hava
sagnorðið einsamalt, uttan nakað grundorð
ella nakran grundlið:
(12) a. dagar
b. myrkvar
e. haustar
f. rignir
(Hansen et al., 1975).
Sagnorð, sum siga frá náttúruumstøðum,
broytingum í degnum og ljósinum og árs-
tíðum kunnu í íslendskum hava antin
grundliðin pat5 ‘tað’ ella hann ella ongan
grundlið (Einarsson, 1949). Dømir úr ís-
lendskum eru:
(13) a. Jiaðdagar
b. J)að dimmir
c. |jað vorar, haustar, vetrar
d. Jiað rignir, suddar, snjóar,
hríðar, fýkur, hlánar
Men her ber eisini til at nýta hann:
(14) a. hann rignir, snjóar...
ella einki grundorð, sum í:
(15) a. nú snjóar
(Einarsson, 1949)
Hetta eru alt dømi um conceptional neuter
hjá Jespersen, og verður hugt at føroyskum,
sæst, at tað eisini ber til at hava hann her,
suin dømini niðanfyri vísa:
(16) a. hann regnar
b. hann kavar
e. hann lýnaði veðrið
(Føroysk Orðabók, 1997)
og vit kenna øll vendingar sum:
(17) a. hann er høgur í ættini
b. hann veksur vindin
e. Man hann fara at halda sær?
Ikki er løgið, at vit hava hann ella tað í
slíkum dømum í føroyskum, har eitt grund-
orð ella ein grundliður so at siga er kravdur
(Thráinsson et al., 2004), men tað, sum
meira hevur okkara áhuga, er, at tað sær út
til, at tað er vanligari í hesum førum enn
hann, sum í:
(18) a. taðregnar
b. tað kavar
Eg fekk 19 næmingar á Handilsskúlanum á
Kambsdali at svara einum spurnablaði.
Miðalaldurin er umleið 19 ár, og úrslitið
varð:
Mynd
Tað sæst í Mynd 3, at ung fólk í dag heldur
velja tað enn hann, sjálvt um tað í summum
førum var soleiðis, at tey settu kross við
báðar møguleikarnar. Tey samanløgdu tøl-
ini tala tó fyri seg, at ein broyting tykist
henda frá at brúka hann til at brúka tað.
hann regnar 0 tað regnar 19
hann lýsir í 0 tað lýsir í 19
hann dimmir 1 tað dimmir 18
hann kavar 3 tað kavar 17