Fróðskaparrit - 01.07.2004, Blaðsíða 141
NÝTTINNAN VÍSINDI 2004
139
Beinta í Jákupsstovu
Kunnskap og makt i færøysk helsepolitikk 1820-1970
Verjan til dr.polit.heitið fór fram á Institutt for administrasjon og organisasjonskunnskap við
Universitetið í Bergen 11. og 12. september 2003. 1. andmælingur var Jóan Pauli Joensen,
dr.phil, professari á Fróðskaparsetri Føroya, og 2. andmælingur Marit Helgesen, dr. polit,
granskari á Norsk Institutt for By- og Regionforskning. Triði limur í metingarnevndini var
Anne Lise Fimreite, dr. polit, 1. amanuensis við Universitetið í Bergen.
Doktararitgerðin viðger sambandið millum
kunnleika og vald, og hvussu kunnleiki
bæði ávirkar og ávirkast av tí politisku
hugsanini á samtíðini. Vald verður her, sum
hjá Foucault, knýtt at hugsunarhátti. Teo-
retiska støðið er, at maktin er dyggast, tá ið
hon byggir á ein kunnleika, sum í sínum
lagi skapar heimsmyndina hjá fólki. Rann-
sóknin lýsir skiftandi hugburð um, hvussu
almenna heilsuverkið eigur at skipast, frá
fyrst í 19. øld og fram til heimstýristíðina.
Alt tíðarskeiðið varð tað hildið at vera
natúrligt, at heilsuverkið í Føroyum skuldi
lagast eftir føroyskum viðurskiftum. Tí
máttu serligar metingar gerast um føroyska
heilsustandin, tá heilsupolitisk tiltøk vórðu
sett í verk í øðrum pørtum av danska
ríkinum. Oftast vóru tað bara nakrir fáir
menn, sum taldust sum talsmenn fyri
heilsupolitiska okið. Teirra metingar um
heilsustandin í Føroyum komu at verða
avgerandi fyri, hvørji almenn tiltøk vórðu
sett í verk, og hvørji ikki.
Empiriska grundarlagið fyri kanningini
eru blaðgreinar, løgtingstíðindi, minning-
arrit og aðrar keldur, sum lýsa heilsupolit-
iska hugsunnarháttin í samtíðini, men fyrst
og fremst tekstir, sum læknar hava skrivað
um heilsuviðurskiftini í Føroyum: greinar í
læknatíðarritum og frágreiðingar, sum
læknar hava skrivað til heilsumyndugleik-
Knowledge and power in Faroese health
policy 1820-1970
The thesis deals with the relations between
knowledge and power, and how knowledge
influences and in turn is being influenced
by current political thinking. The theoreti-
cal basis is the Foucault approach where
the strongest form of power is based on the
kind of knowledge which constitutes the
basis for people's world view.
The thesis focuses on changing attitudes
to public health policy from the time of the
absolute monarchy in the 19th Century up
to Faroese home rule after WWIl. All
along the view has been that the Faroese
health care should be adapted to the special
conditions on the islands. This called for
special assessments of the health condi-
tions in the Faroese society whenever ac-
tions for improving the public health were
implemented in the Danish kingdom. Only
a handful of men were in the position of be-
ing spokesmen for Faroese interests. Their
opinions of the Faroese conditions were
thus vital to the content and focus of the
public health services in the islands.
The empirical data are written presenta-
tions and interpretations of the Faroese
health conditions where medical doctors
were the foremost knowledge producers.
The doctors’ view of what kind of actions