Fróðskaparrit - 01.01.2006, Page 19
FAROESE-DANISH LANGUAGE CONNECTION
17
brúkt í hesi greinini hava einki við reguler
lán at gera, heldur replikatión.
Tað kemur sjálvandi eisini fyri, at málið
fær inn eina nýggja orðing úr donskum:
Tað eitur ikki at “hyggja eftir sjónvarpi”, men
at hyggja at sjónvarpi. At hyggja eftir e-m er at
ansa eftir e-m. “Hygg mær eftir høsnunum,
meðan eg eri burtur”. - Biður tú onkun væla tær
um ein lut, kann hann svara: “Eg skal hyggja
upp á tað”, ivaleyst danskt árin, átti at verið: “Eg
skal hyggja at tí”. - At hyggja upp á ein er at
hyggja í eyguni (andlitið) á e-m.
Orðafar, nr. 3,1987
Tá mann sigur hyggja upp á stavar tað úr
donskum se pá, sum eitt nú se pá sagen :
hyggja atmálinum. Tað er danskt, sum ligg-
ur aftanfyri. Mann blandar og lænir, og vit
hava greitt frá omanfyri hví, og eisini nevnt,
at tað ikki er galið út frá einum málsligum
sjónarmiði, tí vit hava eitt valt mál og eitt
virkið mál í teirri tvímæltu málstøðu, sum
vit eru í. Tvimælið er, neutralt mett, ikki
ringt, hóast tað kann verða mett sum so av
mongum.
Her hava vit eini snildir afturat, sum mál-
brúkarin ræður yvir; enn eitt amboð at brúka.
Sum málbrúkari skal eg hava fram ein
kommunikatiónstørv, og tað geri eg við
ogviliga samansettum ráðum, har eg seti
saman tað, sum hoyrir til merking og tað,
sum hoyrir til ljóð, sbr. (Chafe, 1970) om-
anfyri; eitt snitt er at nýta athall og blanda
saman tvær skipanir, nýta tillaging o.s.fr., og
tað havi eg loyvi til, og tað er júst tað, sum
iøroyingurin ger.
Lúnskar málspillm
1 sitatinum fyrst í greinini verður, andbráð-
isliga og uttan grundgevingar, tosað um
lúnskar málspillur.
Málrøktin er ein ideologi. Slíkar eru trú-
armynstur og gerðir, sum gera, at sumt kann
tykjast natúrligt, annað ikki. Júst sum polit-
iskar ideologiir.
Málrøktin sum ideologi fekk rættiliga
góðan byr eftir seinna kríggj, hóast mótmæli
eisini vóru, men nú var vanligt, føroyskt
talumál ikki nóg gott. Nú skuldi alt vera tað,
sum á mannamunni fekk heitið grót- ella
rótføroyskt, og út frá ideologihugtakinum
bleiv hetta, í huga teirra, tað natúrliga, með-
an tað føroyska málið, sum eitt nú R. Long
vardi, varð skúgvað til viks, og enn verður
tað av vissum málrøktarfólki heima á landi
(Petersen, 2004; Niclasen, 1992).
Men málrøktin miseydnaðist partvis, júst
tí hon, sum ideologi, bara var og er til hjá
nøkrum fáum, og hon fer ongantíð at vinna
ígjøgnum, tí hon ikki vil, og heldur ikki er
før fyri, at góðtaka tann veruleika, at føroy-
ingar eru tvímæltir við einum rnáli, har tað
stundum er føroyskt, sum setir ta syntaktisku
rammuna, stundum danskt, sbr. eisini Bames
(1992). Soleiðis hevur tað verið í øldir, og
tað er ikki bara sum so hjá nøkmm fáum at
broyta alt eftir nøkrum árum; kanska verður
tað soleiðis í framtíðini, at danskt fer at víkja,
men fyri enskum. Livst so spyrst.6
Føroyingurin er, sum vit hava nevnt om-
anfyri, ‘early balanced bilinguals,’javngóðir
tvimælingar, sum læra málini tíðliga.
Summir granskarar meta tó, at tá ið barnið
lærir tað seinna málið frá fimm ára aldri, er
talan ikki um javngóðan tvímæling, men at
málini verða lærd eftir røð (Meisel, 2004).
Tó, bæði málini eru staðsett vinstrumegin í
heilanum, og tess meira tey verða brúkt og