Fróðskaparrit - 01.01.2006, Blaðsíða 19

Fróðskaparrit - 01.01.2006, Blaðsíða 19
FAROESE-DANISH LANGUAGE CONNECTION 17 brúkt í hesi greinini hava einki við reguler lán at gera, heldur replikatión. Tað kemur sjálvandi eisini fyri, at málið fær inn eina nýggja orðing úr donskum: Tað eitur ikki at “hyggja eftir sjónvarpi”, men at hyggja at sjónvarpi. At hyggja eftir e-m er at ansa eftir e-m. “Hygg mær eftir høsnunum, meðan eg eri burtur”. - Biður tú onkun væla tær um ein lut, kann hann svara: “Eg skal hyggja upp á tað”, ivaleyst danskt árin, átti at verið: “Eg skal hyggja at tí”. - At hyggja upp á ein er at hyggja í eyguni (andlitið) á e-m. Orðafar, nr. 3,1987 Tá mann sigur hyggja upp á stavar tað úr donskum se pá, sum eitt nú se pá sagen : hyggja atmálinum. Tað er danskt, sum ligg- ur aftanfyri. Mann blandar og lænir, og vit hava greitt frá omanfyri hví, og eisini nevnt, at tað ikki er galið út frá einum málsligum sjónarmiði, tí vit hava eitt valt mál og eitt virkið mál í teirri tvímæltu málstøðu, sum vit eru í. Tvimælið er, neutralt mett, ikki ringt, hóast tað kann verða mett sum so av mongum. Her hava vit eini snildir afturat, sum mál- brúkarin ræður yvir; enn eitt amboð at brúka. Sum málbrúkari skal eg hava fram ein kommunikatiónstørv, og tað geri eg við ogviliga samansettum ráðum, har eg seti saman tað, sum hoyrir til merking og tað, sum hoyrir til ljóð, sbr. (Chafe, 1970) om- anfyri; eitt snitt er at nýta athall og blanda saman tvær skipanir, nýta tillaging o.s.fr., og tað havi eg loyvi til, og tað er júst tað, sum iøroyingurin ger. Lúnskar málspillm 1 sitatinum fyrst í greinini verður, andbráð- isliga og uttan grundgevingar, tosað um lúnskar málspillur. Málrøktin er ein ideologi. Slíkar eru trú- armynstur og gerðir, sum gera, at sumt kann tykjast natúrligt, annað ikki. Júst sum polit- iskar ideologiir. Málrøktin sum ideologi fekk rættiliga góðan byr eftir seinna kríggj, hóast mótmæli eisini vóru, men nú var vanligt, føroyskt talumál ikki nóg gott. Nú skuldi alt vera tað, sum á mannamunni fekk heitið grót- ella rótføroyskt, og út frá ideologihugtakinum bleiv hetta, í huga teirra, tað natúrliga, með- an tað føroyska málið, sum eitt nú R. Long vardi, varð skúgvað til viks, og enn verður tað av vissum málrøktarfólki heima á landi (Petersen, 2004; Niclasen, 1992). Men málrøktin miseydnaðist partvis, júst tí hon, sum ideologi, bara var og er til hjá nøkrum fáum, og hon fer ongantíð at vinna ígjøgnum, tí hon ikki vil, og heldur ikki er før fyri, at góðtaka tann veruleika, at føroy- ingar eru tvímæltir við einum rnáli, har tað stundum er føroyskt, sum setir ta syntaktisku rammuna, stundum danskt, sbr. eisini Bames (1992). Soleiðis hevur tað verið í øldir, og tað er ikki bara sum so hjá nøkmm fáum at broyta alt eftir nøkrum árum; kanska verður tað soleiðis í framtíðini, at danskt fer at víkja, men fyri enskum. Livst so spyrst.6 Føroyingurin er, sum vit hava nevnt om- anfyri, ‘early balanced bilinguals,’javngóðir tvimælingar, sum læra málini tíðliga. Summir granskarar meta tó, at tá ið barnið lærir tað seinna málið frá fimm ára aldri, er talan ikki um javngóðan tvímæling, men at málini verða lærd eftir røð (Meisel, 2004). Tó, bæði málini eru staðsett vinstrumegin í heilanum, og tess meira tey verða brúkt og
Blaðsíða 1
Blaðsíða 2
Blaðsíða 3
Blaðsíða 4
Blaðsíða 5
Blaðsíða 6
Blaðsíða 7
Blaðsíða 8
Blaðsíða 9
Blaðsíða 10
Blaðsíða 11
Blaðsíða 12
Blaðsíða 13
Blaðsíða 14
Blaðsíða 15
Blaðsíða 16
Blaðsíða 17
Blaðsíða 18
Blaðsíða 19
Blaðsíða 20
Blaðsíða 21
Blaðsíða 22
Blaðsíða 23
Blaðsíða 24
Blaðsíða 25
Blaðsíða 26
Blaðsíða 27
Blaðsíða 28
Blaðsíða 29
Blaðsíða 30
Blaðsíða 31
Blaðsíða 32
Blaðsíða 33
Blaðsíða 34
Blaðsíða 35
Blaðsíða 36
Blaðsíða 37
Blaðsíða 38
Blaðsíða 39
Blaðsíða 40
Blaðsíða 41
Blaðsíða 42
Blaðsíða 43
Blaðsíða 44
Blaðsíða 45
Blaðsíða 46
Blaðsíða 47
Blaðsíða 48
Blaðsíða 49
Blaðsíða 50
Blaðsíða 51
Blaðsíða 52
Blaðsíða 53
Blaðsíða 54
Blaðsíða 55
Blaðsíða 56
Blaðsíða 57
Blaðsíða 58
Blaðsíða 59
Blaðsíða 60
Blaðsíða 61
Blaðsíða 62
Blaðsíða 63
Blaðsíða 64
Blaðsíða 65
Blaðsíða 66
Blaðsíða 67
Blaðsíða 68
Blaðsíða 69
Blaðsíða 70
Blaðsíða 71
Blaðsíða 72
Blaðsíða 73
Blaðsíða 74
Blaðsíða 75
Blaðsíða 76
Blaðsíða 77
Blaðsíða 78
Blaðsíða 79
Blaðsíða 80
Blaðsíða 81
Blaðsíða 82
Blaðsíða 83
Blaðsíða 84
Blaðsíða 85
Blaðsíða 86
Blaðsíða 87
Blaðsíða 88
Blaðsíða 89
Blaðsíða 90
Blaðsíða 91
Blaðsíða 92
Blaðsíða 93
Blaðsíða 94
Blaðsíða 95
Blaðsíða 96
Blaðsíða 97
Blaðsíða 98
Blaðsíða 99
Blaðsíða 100
Blaðsíða 101
Blaðsíða 102
Blaðsíða 103
Blaðsíða 104
Blaðsíða 105
Blaðsíða 106
Blaðsíða 107
Blaðsíða 108
Blaðsíða 109
Blaðsíða 110
Blaðsíða 111
Blaðsíða 112
Blaðsíða 113
Blaðsíða 114
Blaðsíða 115
Blaðsíða 116
Blaðsíða 117
Blaðsíða 118
Blaðsíða 119
Blaðsíða 120
Blaðsíða 121
Blaðsíða 122
Blaðsíða 123
Blaðsíða 124
Blaðsíða 125
Blaðsíða 126
Blaðsíða 127
Blaðsíða 128
Blaðsíða 129
Blaðsíða 130
Blaðsíða 131
Blaðsíða 132
Blaðsíða 133
Blaðsíða 134
Blaðsíða 135
Blaðsíða 136
Blaðsíða 137
Blaðsíða 138
Blaðsíða 139
Blaðsíða 140
Blaðsíða 141
Blaðsíða 142
Blaðsíða 143
Blaðsíða 144
Blaðsíða 145
Blaðsíða 146
Blaðsíða 147
Blaðsíða 148
Blaðsíða 149
Blaðsíða 150
Blaðsíða 151
Blaðsíða 152
Blaðsíða 153
Blaðsíða 154
Blaðsíða 155
Blaðsíða 156
Blaðsíða 157
Blaðsíða 158
Blaðsíða 159
Blaðsíða 160
Blaðsíða 161
Blaðsíða 162
Blaðsíða 163
Blaðsíða 164
Blaðsíða 165
Blaðsíða 166
Blaðsíða 167
Blaðsíða 168
Blaðsíða 169
Blaðsíða 170
Blaðsíða 171
Blaðsíða 172
Blaðsíða 173
Blaðsíða 174
Blaðsíða 175
Blaðsíða 176
Blaðsíða 177
Blaðsíða 178
Blaðsíða 179
Blaðsíða 180
Blaðsíða 181
Blaðsíða 182
Blaðsíða 183
Blaðsíða 184
Blaðsíða 185
Blaðsíða 186
Blaðsíða 187
Blaðsíða 188
Blaðsíða 189
Blaðsíða 190
Blaðsíða 191
Blaðsíða 192
Blaðsíða 193
Blaðsíða 194
Blaðsíða 195
Blaðsíða 196
Blaðsíða 197
Blaðsíða 198
Blaðsíða 199
Blaðsíða 200
Blaðsíða 201
Blaðsíða 202
Blaðsíða 203
Blaðsíða 204

x

Fróðskaparrit

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Fróðskaparrit
https://timarit.is/publication/15

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.