Hugur og hönd - 01.06.1973, Blaðsíða 16
Opin troyggja
Stœrð: 44-
Tilfar: Vanligt 3-tráðað f0royskt tógv
úr nappaðari ull.
Bulur: Kastið 226 eygur upp á stokk-
ar nr. 3. Bindið rond, 3 cm langa,
rangt og rætt, eitt og eitt. Takið 31
eygur uppá og skiftið til stokkar nr.
3*1. Byrjið mynstrið. Bindið 5 einlitt
eygur uppeftir mitt framman á bul-
inum. Læsið niður fyri hond, tá ið
bulurin er 45 cm langur. Bindið 62
eygur, læsið 6 eygur, bindið 120 eyg-
ur, læsið 6 eygur, bindið 63 eygur.
Bindið, til bulurin er 65 cm. Læsið
akslarnar saman, 43 eygur hvprju
rnegin. Tey 34 eyguni, sum standa
eftir aftan á bulinum, verða bundin
saman við hálskantinum. Eyguni
framman á bulinum verða læst av.
Ansið væl eftir, at mynstrini svara
saman um akslarnar.
Ermar: Kastið 104 eygur upp á
stokkar nr. 3%. Bindið 2 einlitt um-
f0r. Byrjið mynstrið. Tá ið 3 umf0r
eru bundin, byrja avt0kurnar. Bindið
- X < X5 <x
X > Oö
X ; X X > <x, <x> 08 í
< x> <x
x; < i; ' <x
X> i <><
X X) <x . <
X XXi <xx X X
X x ; < XX ix X ; < / *s ; <
X xf xxxxx X xr
X x> <x ; <
X5 < !> <x
x> i
— 11
1 eyga, takið inn undir 2 eygur. Bind-
ið, til 3 eygur eru eftir av umfarin-
um, takið inn undir 2 eygur, bindið
tað seinasta eyga.
Avt0kurnar eru:
5 ferðir 3. hv0rt umfar,
4 ferðir 5. hv0rt umfar,
1 ferð 15 umf0r ímillum,
5 ferðir 8. hv0rt umfar,
6 ferðir 3. hv0rt umfar.
Erman eigur nú at vera um 48 cm
long. Tikið verður av runt um, til
tað eru 52 eygur á. Skiftið til stokkar
nr. 3. Bindið rond 7 cm langa, rangt
og rætt, eitt og eitt. Læsið av.
Knappholsstykki: Kastið 10 eygur
upp á stokkar nr. 2%. Bindið 4 um-
f0r rangt og rætt, eitt og eitt. Bindið
knapphol í 5. umfar. Bindið 4 eygur,
læsið 2 eygur, bindið 4 eygur. 6. um-
far: Bindið 4 eygur, takið 2 eygur
uppá, bindið 4 eygur. Bindið 24
umf0r ímillum knappholini. Knapp-
holsstykkið eigur at vera 58 cm langt.
Knappastykkið: Kastið 10 eygur upp
á stokkar nr. 2^2- Bindið knappa-
stykkið 58 cm langt, rangt og rætt,
eitt og eitt.
Hálskantur: Bindið á stokkum nr.
2y%. Bindið fyrst tey 10 eyguni á
knappholsstykkinum, kastið 26 eyg-
ur uppá, bindið tey 34 eyguni, sum
standa eftir aftan á bulinum, kastið
26 eygur uppá, bindið tey 10 eyguni
á knappastykkinum. Nú eru 106
eygur á. Bindið 1% cm rangt og rætt,
eitt og eitt. Bindið knapphol. Læsið
av, tá ið hálskanturin er 3 cm lang-
ur.
Tilgerð.
Bulur: Stikkið báðu megin niður við
tí mittasta einlitta eyganum framm-
an á bulinum. Hjólið um 5 cm niður
fyri 0sið. Stikkið hjólingina fyrst, so
at hon ikki dragnar. Nestið seymin
niðurá. Setið knapphols- og knappa-
stykkið eftir einum eyga upp til 0sið.
Ansið eftir, at mynstrið kemur beint
upp við knappholsstykkinum. Nestið
seymin niðurá.
Ermar: Stikkið báðu megin niður við
tí mittasta eyganum til ermagat á
sama hátt sum framman á bulinum.
Setið ermarnar í við hond við ullint-
um tráð eftir einum eyga. Ermaseym-
urin eigur ikki at vera meira enn
%—1 cm breiður. Kastið seymin
sn0gt um við ullintum tráð, men
nestið hann ikki niðurá.
Mynstrið í hesi troyggju er gásar-
eyga og krúnan. I hesum mynstri eru
14 eygur. Yerður annað mynstur
bundið, eigur at vera ansað eftir, at
eyguni svara til mynstrið, og so mikið
eigur at vera tikið niður fyri hond,
at mynstrið kemur beint upp við
ermaseyminum bæði aftan og framm-
an á bulinum. Eisini eigur at vera
ansað eftir, at mynstrið svarar saman
um akslarnar.
Ffíroyskt Heimavirki.
16
HUGUR OG HÖND