Hugur og hönd


Hugur og hönd - 01.06.1973, Page 16

Hugur og hönd - 01.06.1973, Page 16
Opin troyggja Stœrð: 44- Tilfar: Vanligt 3-tráðað f0royskt tógv úr nappaðari ull. Bulur: Kastið 226 eygur upp á stokk- ar nr. 3. Bindið rond, 3 cm langa, rangt og rætt, eitt og eitt. Takið 31 eygur uppá og skiftið til stokkar nr. 3*1. Byrjið mynstrið. Bindið 5 einlitt eygur uppeftir mitt framman á bul- inum. Læsið niður fyri hond, tá ið bulurin er 45 cm langur. Bindið 62 eygur, læsið 6 eygur, bindið 120 eyg- ur, læsið 6 eygur, bindið 63 eygur. Bindið, til bulurin er 65 cm. Læsið akslarnar saman, 43 eygur hvprju rnegin. Tey 34 eyguni, sum standa eftir aftan á bulinum, verða bundin saman við hálskantinum. Eyguni framman á bulinum verða læst av. Ansið væl eftir, at mynstrini svara saman um akslarnar. Ermar: Kastið 104 eygur upp á stokkar nr. 3%. Bindið 2 einlitt um- f0r. Byrjið mynstrið. Tá ið 3 umf0r eru bundin, byrja avt0kurnar. Bindið - X < X5 <x X > Oö X ; X X > <x, <x> 08 í < x> <x x; < i; ' <x X> i <>< X X) <x . < X XXi <xx X X X x ; < XX ix X ; < / *s ; < X xf xxxxx X xr X x> <x ; < X5 < !> <x x> i — 11 1 eyga, takið inn undir 2 eygur. Bind- ið, til 3 eygur eru eftir av umfarin- um, takið inn undir 2 eygur, bindið tað seinasta eyga. Avt0kurnar eru: 5 ferðir 3. hv0rt umfar, 4 ferðir 5. hv0rt umfar, 1 ferð 15 umf0r ímillum, 5 ferðir 8. hv0rt umfar, 6 ferðir 3. hv0rt umfar. Erman eigur nú at vera um 48 cm long. Tikið verður av runt um, til tað eru 52 eygur á. Skiftið til stokkar nr. 3. Bindið rond 7 cm langa, rangt og rætt, eitt og eitt. Læsið av. Knappholsstykki: Kastið 10 eygur upp á stokkar nr. 2%. Bindið 4 um- f0r rangt og rætt, eitt og eitt. Bindið knapphol í 5. umfar. Bindið 4 eygur, læsið 2 eygur, bindið 4 eygur. 6. um- far: Bindið 4 eygur, takið 2 eygur uppá, bindið 4 eygur. Bindið 24 umf0r ímillum knappholini. Knapp- holsstykkið eigur at vera 58 cm langt. Knappastykkið: Kastið 10 eygur upp á stokkar nr. 2^2- Bindið knappa- stykkið 58 cm langt, rangt og rætt, eitt og eitt. Hálskantur: Bindið á stokkum nr. 2y%. Bindið fyrst tey 10 eyguni á knappholsstykkinum, kastið 26 eyg- ur uppá, bindið tey 34 eyguni, sum standa eftir aftan á bulinum, kastið 26 eygur uppá, bindið tey 10 eyguni á knappastykkinum. Nú eru 106 eygur á. Bindið 1% cm rangt og rætt, eitt og eitt. Bindið knapphol. Læsið av, tá ið hálskanturin er 3 cm lang- ur. Tilgerð. Bulur: Stikkið báðu megin niður við tí mittasta einlitta eyganum framm- an á bulinum. Hjólið um 5 cm niður fyri 0sið. Stikkið hjólingina fyrst, so at hon ikki dragnar. Nestið seymin niðurá. Setið knapphols- og knappa- stykkið eftir einum eyga upp til 0sið. Ansið eftir, at mynstrið kemur beint upp við knappholsstykkinum. Nestið seymin niðurá. Ermar: Stikkið báðu megin niður við tí mittasta eyganum til ermagat á sama hátt sum framman á bulinum. Setið ermarnar í við hond við ullint- um tráð eftir einum eyga. Ermaseym- urin eigur ikki at vera meira enn %—1 cm breiður. Kastið seymin sn0gt um við ullintum tráð, men nestið hann ikki niðurá. Mynstrið í hesi troyggju er gásar- eyga og krúnan. I hesum mynstri eru 14 eygur. Yerður annað mynstur bundið, eigur at vera ansað eftir, at eyguni svara til mynstrið, og so mikið eigur at vera tikið niður fyri hond, at mynstrið kemur beint upp við ermaseyminum bæði aftan og framm- an á bulinum. Eisini eigur at vera ansað eftir, at mynstrið svarar saman um akslarnar. Ffíroyskt Heimavirki. 16 HUGUR OG HÖND

x

Hugur og hönd

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Hugur og hönd
https://timarit.is/publication/1414

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.