Fróðskaparrit - 01.01.1952, Page 1
VIÐBÓT TIL FØROYA
PLANTUTAL
FRÁ 1908 TIL 1952
Eftir R. Rasmussen.
Plantutalið, her er talað um, er avmarkað til berl at
umfata leggstreingjagróplantur, berfræingar og hulfræingar
(sbr. Foroya Floru 2. útg. 1952 bls. XVI).
í Botany of the Færoes 3. bind 1908 eru skrásett 298
plantuslog, sum hildin eru at vera ílend og hartil 45, sum
ikki eru hildin at vera ílend, men bert av hendingi innslódd.
Ivaleyst er tó, at mong av teimum nú vísa seg at vera væl
ílend.
Her eru bert íroknaðar tær vit nevna viltar plantur
og ongar av teimum, sum fólk vístvitandi hava gróðursett
sær til nyttu og prýðis.
Plantutalið í einum landi stendur ongantíð við. Plantu-
slóg verða flutt inn av hendingi ella við vilja, summi ílend-
ast, og summi tola ikki veðurlagið ella gróðrarlenđið og
doyggja út. Gomul ílend slóg kunnu verða týnd og hvórva
úr landinum. í londum, sum ikki eru nóg gjólla rannsakað,
kann plantutalið ókjast av tí, at gomul ílend slóg verða
funnin. Hetta síggja vit skililiga av Botany of the Færóes;