Fróðskaparrit - 01.01.1952, Qupperneq 2
8
Viðbót til Fóroya plantutal
í fyrsta bindi 1901 eru tilsamans skrásett 322 slog, meðan
hitt samlagda talið í oðrum bindi 1908 er 383.
Vit kunnu nú, 44 ár seinni, bota 40 slog við talið, so
tað verður 423, alt viðroknað, ílent og innslott, sum verið
hevur her.
Menn kunnu kanska vera nakað ymisir á máli um, nær
ein planta er ílend ella ikki. Latið meg tí siga tvey orð um,
hvat í hesi grein er meint við orðið ílend. Ein planta, sum
veksur vill, t. v. s., skoytir sær sjálv, uttan nakra hjálp til
toðu ella lívd frá mannahond, er sjálvsagt ílend, sjálvt um
hon bert veksur á fáum ella bert á einurn staði. Ein planta,
sum av hendingi ella við vilja verður slodd ella flutt inn
og trívist eins og hin fyrrnevnda fleiri vetrar, verður eisini
roknað fyri ílend. At ein planta, sum veksur vill millum
aðrar villar, men ikki verður funnin fyrr enn í dag, er
ílend, sigur seg sjálvt. Ein planta, sum sloðist út úr urta-
garði og tekur sær gróðrarlendi uttanfyri og trívist har í
áravís, verður roknað fyri ílend.
Á talvu I er givið eitt yvirlit yvir hesar nevndu 40
plantur, sum eru afturat komnar síðan 1908. Síðan skal
verða greitt gjollari frá hvorjari sær, hvar tær eru funnar,
og hvor ið hevur funnið tær.
Viðvíkjandi teimum latínsku plantunovnunum her eru
nýtt, skal bert verða víst til Foroya Floru 2. útg., har gjoll-
ari frágreiðing er at finna.
(Herb. Fær. jmerkir at plantan er í tí foroyska plantu-
savninum í Tórshavn. (!) merkir at hovundurin sjálvur
hevur funnið plantuna.
1. Anthriscus silvestris (L) Hoff.
Funnin uppi við S. N. telegrafstoð í Tórshavn, blóm-
andi í august 1922, og í Álakersbo í august 1929. Síð-
an hevur hon ikki sæst. (Herb. Fær.) (!).
2. Arenaria ciliata L.
Tyge W. Bocher1 2 hevur funnið hesa plantu vaksandi
saman við Dryas octopetala á Eiðiskolli 1937.