Fróðskaparrit - 01.01.1952, Page 4
10
Viðbót til Fóroya plantutal.
3. Borago officinalis L.
Funnin innslodd við útlendum fræ í urtagarði S. P. úr
Konoy við Gotugjógv 27. august 1934. Ikki sædd síð-
an. (Herb. Fær.) (!).
4. Callitriche pedunculata DC.
Knud Jessen, professari,2 hevur funnið hesa plantu
uppi í gomlum tilfari úr Foroyum.
5. Callitriche polymorpha Lonn.
í november 1948 fekst eg við at leggja í goymslu nakað
tilfar av ymsum vatnaplantum, harímillum spógvagros.
Eitt teirra var eg ikki vissur í at navngreina rætt og
sendi tað tí til Botanisk Museum. Johs. Grontved,
magistari svaraði mær aftur, at plantan var henda.
Seinni er hon funnin á sama stað; tjorn við Heyggin
Mikla, Tórshavn. (Herb. Fær.) (!).
6. Carum carvi L.
Tað kann tykjast merkiligt, at henda planta ikki er
nevnd í Botany of the Færoes, tí víst man hon hava
vaksið her, tá henda bók kom út. í Miðvági vaks hon
í hoygorðum longu síðsta kvartalið av 19. óld, og
nú er hon ílend so væl sum nókur Heima á Sandi í
bónum. (Herb. Fær.) (!)
7. Caucalis daucoides L (syn. C, Lappula (Web.))
Grande.
Funnin uppi undir Varða við Oyggjarvegin frá Tórs-
havn, mong eintók 1938. Síðan hevur einki sæst til
hesa plantu (Herb. Fær.) (!).
8. Centaurea cyanus L
Verður av og á innflutt við fræ í nýggja jórð, men tyk-
ist ikki at koma uppaftur av sjálvsáddum fræ. Sást
her í Havn 1925 í nýveltari jórð, har grasfræ var sátt.
Verður stundum havd í górðum, og kann tí eisini slóð-
ast út haðan við fræ. (Herb. Fær.) (!).
9. Centaurea scabiosa L.
Jógvan Húsgarð, royndarstjóri, kom við hesari plantu
úr Skálavík 1945, Heima á Sandi 1949. Síðan er hon