Fróðskaparrit - 01.01.1952, Side 5
Viðbót til Fórova plantutal.
11
komin úr Vágum, og eisini funnin her í nánd av Tórs-
havn, men sjáldsom er hon. (Herb. Fær.) (!).
10. Chrysanthemum segetum L.
Funnin við Sandagerðsvegin blómandi 30. august
1914; nær við sama stað 9. sept. 1935 og 23. aug.
1937, blómandi. Eftir leysari frásogn skal plantan
vera sædd á fleiri stoðum innan fyri somu tíð. Mestu
líkindi eru til, at hon er innslodd við fræ hvórja ferð-
ina sær, ársgróður, sum hon er. (Herb. Fær.) (!).
11. Cirsium heterophyllum (L) Hill.
Funnin á tróð Peter Jensens, stjóra, við Sanatoriuveg-
in, blómandi 10. okt. 1938, men ikki sæddur síðan (!).
12. Claytonia sibirica L. sec N. E. Br.
Hevur vaksið her, ið hvussu er, síðan 1909. Er helst
av íyrstu tíð vilt út úr einum hvórjum garði, eftir hvat
Djone Isaksen helt. Má nú haldast at verða ílend, veks-
ur best fram við húsaveggjum, og stendur seg væl
uttan rókt. Er ofta sum lok í górðum. (!).
13. Conopodium majus (Gouan) Loret & Barr.
Sást í fáum eintókum á S. E. Múllers tróð í »Grón-
landi«, Tórshavn 1917. Árið eftir blómaði plantan í
juni. 1923 blómaði hon víðari um 23. juni á somu
tróð. 1940 var hon komin út um alla tróðna. I 1942
var hon komin í tróðna við sethúsini hjá Múllari. Nú
hevur hon breitt seg víða út um hesa tróð við, og er
hartil komin í aðrar traðir við Tórshavn, so hon má
nú sigast at vera ílend. Hon nórist væl við sjálvsádd-
um fræ. (Herb. Fær.) (!).
14. Crepis capillaris (L.) Wallr.
Funnin í grasvóllinum (Tríkanturin) við kirkjugarð-
in á Svínaryggi í Tórshavn, blómaði 20. juli 1933,
man helst verða slódd inn við fræ. Ikki sædd síðan.
(Herb. Fær.) (!).
15. Cynosurus cristatus L.
J. Jeppesen, seminarielærari3, rakti við hetta gras
20. aug. 1913. Tað vaks í einum avlagdum hósnagarði.