Fróðskaparrit - 01.01.1952, Blaðsíða 6
12
Viðbót til Fóroya plantutal.
Mutuli vera innslott við fræ. Árið eftir varð sama
gras funnið víðari um í Havnini. Síðan hevur tað verið
at síggja víða um lantlið í bonum, har útlent grasfræ
hevur verið nýtt, og má nú haldast at vera væl ílent.
(Herb. Fær.) (!).
16. Euphorbia peplus L.
Er funnin her fyrstu ferð 26. sept. 1944 í urtagarði
hjá frú Øster, við Dr. Jakobsens gotu. Frú Øster
greiddi frá, at hetta, »ókrút« var komið her av sær
sjálvum fyri 2 árum síðan. Hon hevði tá fingið blomst-
urfræ úr Onglandi (hetta var í ófriðatíðini, so einki
samband var við annað land). Hóast plantan blómar
og fræar seint, í sept.—okt., kemur hon tó við nælu-
forum fræ. Nú hevur hon nælt, vaksið og blómað hvort
ár síðan; inen í fjór varð garðurin umgrivin, og nú
sæst lítið til hennara, so vandi er fyri, at hon hvórvur.
(Herb. Fær.) (!).
17. Echium vulgare L.
Varð funnin 14. aug. 1925 við Sanatoriuvegin. Hon
vaks í mongum, stórum, blómandi eintókum ríkiliga.
Innslódd man hon vera við fræ, men hóast hon kann
koma fyri bæði sum tveyára og fleiráraplanta, sásl
hon ikki aftur. (Herb. Fær.) (!,).
18. Fumaria officinalis L.
Funnin blómandi 22. juni 1911 á einari tróð omanfyri
Álaker, sum J. P. Mittún tá átti. Her hevði verið sátt
reyðsmærufræ árið fyri, so plantan man helst vera
innslódd við fræ. Hon er ikki funnin síðan. (Herb.
Fær.) (!).
19. Galeopsis speciosa Mill.
Funnin blómandi fyrstu ferð 7. aug. 1934 í opinekru
við Fóroya Fólkaháskúla í Tórshavn. Har var tó bert
eitt eintak, sum bar búgvið fræ. Árið eftir sást einki til
henda sjáldsama gula dáa. 1936 var hann tó aftur
á sama stað, og nú vóru eintókini mong. Nú hvarv
hann aftur nókur ár. So í 1940 «ást hann blómandi á