Fróðskaparrit - 01.01.1952, Page 7
Viðbót til Fóroya plantutal.
13
fleiri stoðum við Háskúlan. 1944 og 1945 blómaði
hann sera ríkiliga, men árið eftir sást hann ikki.
1945 tók S. P. úr Konoy nakað búgvið fræ av honum
og sáddi í troð sína við Gótugjógv. Har blómaði hann
eitt ár, men hvarv síðan har. Nú sást hann ikki aftur
heldur her við Háskúlan. Tað kundi koma av, at nú
var aftursvarðað, har sum hann vaks. 1949 gróv eg
nokur flog á staðnum og vendi teimum við, hetta var
í mai; í juli blómaði hann aftur, sum vera vildi. Nú
hevur hann ikki sæst í nókur ár; men tað kann koma
av, at svórður er komin á, har fræið liggur. At fræ av
vanliga dáanum kann liggja mong ár í jórðini og tó
næla, tá við verður vent, eru fullgóð prógv fyri. Ilar
sum svórður er komin á, nælir vanligur dái, Galeopsis
tetrahit, ikki; tað man vera so við hesum við, so vón
kann verða um at síggja hann aftur eina ferð enn.
(Herb. Fær.) (!).
20. Lathyrus niger (L.) Bernh.
Funnin blómandi í Plantasjuni í Tórshavn 15. juli
1923. Helst av hendingi innslóddur. Ikki sæddur síð-
an. (Herb. Fær.) (!).
21. Lotus uliginosus Schkuhr.
Gazet Patursson vísti mær á hesa plantu 28. okt. har
hon vaks í mongd á vátlendi omanfyri vegin út á Lík-
hús í Kirkjubó. Hon tykist at trívast vad og hevur
breitt seg langa leið í veituni oman fyri vegin. Hon
má sigast at vera ílend nú. Hvussu hon var komin har,
kundi Gazet einki vist siga um, uttan at hon hevði verið
har nókur ár. Líkindi eru til, at hon er komin í teirri
tíðini, sum Onglendingar hava ferðast her um vegir.
(Herb. Fær.).
22. Matricaria matricarioides (Bong.) Porter, syn. M.
suaveolens Buch.
Henda plantan er funnin fyrstu ferð við portrið inn
til Landsbókasavnið í Tórshavn 15. aug. 1932. Árið
eftir var hon í ríkiligari mongd fram við vegir og gót-