Fróðskaparrit - 01.01.1952, Side 8
14
Viðbót til Fóroya plantutal.
ur í og uttan um Havnina. 1934 var hon at síggja við
bryggjuna á Tvoroyri. I aug. 1941 sá eg hana á hes-
um stoðum: Gotu, Solmundafirði, Sandavági, Miðvági,
Sorvági, Bo, Eiði og við Ljósá. Hon er nú ílend við lít.
Nú er hon vorðin vanligasta lok í nærum hvorjari bygd.
(Herb. Fær.) (!).
23. Medicago lupulinus L.
Funnin sum lok í urtagarði við Háskúlan í Tórshavn,
blómandi 18. aug. 1939. Henda planta er ivaleyst inn-
slodd við blomsturfræ frá Danmark. Hon sást ikki
aftur. (Herb. Fær.) (!).
24. Melilotus indicus All.
Z. Sorensen, yvirlærari, kom til mín við hesari plantu,
sum nakrir næmingar hovdu funnið og ikki kent. Hon
vaks í einari eplaveltu við Sanatoriuvegin 6. okt. 1933
Hon sást ikki aftur. (Herb. Fær.) (!).
25. Mimulus guttatus DC.
R. K. Rasmussen, doktari á Eiði, segði mær frá, at
hann hevði sæð hesa plantu í bonum í Haldórsvík 1947.
Eg sá hana sjálvur har 1949 og helt hana vera vilta
út úr einum urtagarði. 1950 hevði sami dr. Rasmussen
sæð hana við Norðskála. 1951 í august vóru vit báðir
har, og hugdu eftir henni. Har fekk ein ríkiliga sjón
fyri sogn. Her var ikki bert tala um einstaka plantu
vilta út í boin; men eitt orgrynni av stórum, vælvaksn-
um, fagurt blómandi plantum í einari vátari grov, hon
beinan vegin kappvaks við mýrusóleyuna, og so frek
var hon í tokum, at ivi kundi vera í, hvor av teimum
mundi fara at verða við yvirlutan. Útvilt man hon
vera úr einum hvórjum garði, teir eru fleiri her, men
hon breiðir seg eisini úti við fræ, tí veitan, hon veksur
í, gongur sum ein trong renna tvórtur undir landaveg-
num, og tó er hon komin oman um vegin í veituna tætt
at sjóvarstrondini. Kann hetta vera komið í lag uttan
við fræ ígjógnum rennuna? Hon er nú komin í fleiri