Fróðskaparrit - 01.01.1952, Side 10
16
ViSbót til Fóroya plantutal.
ílendst, men sum ringt lok verður hon týnd við valdi.
(Herb. Fær).
32. Stachys paluslris L.
Olaf Hansen fann fyrstur hesa plantu 3. okt. 1926 í
garðinum við Posthúsið í Tórshavn. Her vaks hon og
treivst væl í 14 ár, men hon breiddi seg ikki víðari.
1940 varð garðurin botngrivin, og so væl varð hon
lokin burtur, at hon sást ikki aftur síðan. Hóast hon
hevði líkindi til at ílendast, mátti hon hvórva. (Herb.
Fær.) (!).
33. Taraxacum rubifolium R.R. nova specia.
Eg havi mett hesa plantu at vera nýggja fyri vísind-
unum; men sína strongu roynd hevur hon ikki staðið
enn fyri særfroðingum. Eg sá hana fyrst 1909, men
hon er ivaleyst gomul í garði her. Hon er higartil bert
sæð á hesum eina staðnum: Við gótuna úr Álakeri
niðan á Heyggin Mikla í tróð Haralds Eirikstofts.
(Herb. Fær.) (!).
34. Triglochin maritima L.
Hendan plantan er ikki nevnd í 3. bindi av Botany
of the Færóes. J. Landt5 nevnir hana sum vanliga
fram við strondini í bók síni 1800. W. C. Trevelyan'",
sum vitjaði Fðroyar 1821, hevur hana í plantulista
sínum. Rostrup7 tekur hana upp eftir Lanđt í »Fær-
óernes Flora«, men í 1. bindi av Botany of the Fær-
óes er hon nevnd við fylgjandi orðum »this must be
a slip of the memory« hjá Jórgen Landt.
í 1928 savnaði Ejnar Knudsen, royndarstjóri, plantur
til eitt savn við royndarstóðina í Hoyvík. í Fámjin
fann hann T. maritima. 26. august 1937 fann eg hana
norður við Norðskála væl rótfesta fram við strondini,
so hon man vera góður gamal Fóroyingur. (Herb.
Fær.) (!).
35. Trisetum flavescens (L.) PB.
Sást millum annað sátt gras við royndarstóoina í Hoy-