Fróðskaparrit - 01.01.1952, Side 11
Viðbót til Fóroya plantutal.
17
vík 1930, men hvarv brátt haðan. Ikki er tað tó vist,
at tað er horvið með alla.
36. Valerianella olitoria (L.) Poll.
Varð funnin sum lok í urtagarði við Háskúlan í Tórs-
havn og blómaði 15. august bæði 1938 og 1939 og
hvarv síðan. (Herb. Fær.) (!).
37. Veronica polita Fr.
Eins og Valerianella sum lok í sama urtagarði 1941.
Blómaði her frá juni út í september og hvarv. (Herb.
Fær.) (!).
38. Vicia angustifolia (L.) Reich.
Funnin blómandi í plantasjuni í Tórshavn 9. sept. 1913
innslodd. (Herb. Fær.) (!).
39. Vicia sativa L.
Um somu tíð sum áðurnevda blómanđi á sama staði
og sum hon helst innslodd við fræ. Hvorgin kom aftur
seinni. (Herb. Fær.) (!).
40. Vicia sepium L.
Funnin í plantasjuni fyrstu ferð blómandi 1. juli 1923
og hevur javnan sæst har síðan, so hon má sigast at
vera ílend. (Herb. Fær.) (!).
Á lalvu 11 sæst, at av hesum 40 plantuslógum, her eru
nevnd, eru 19 ársgróðrar (annual) og 20 fleiráragróðrar
(perennial), meðan 1 kann koma fyri á báðar hættir.
Horvnar eru 7 annualar og 5 perennialar, meðan 1
er ivasom. ílendar eru 2 annualar og 11 perennialar, með
an 3 eru ivasamar. Av og á koma aftur 9 annualar og ]
perennial.
Tað er ásýnt og vert at leggja sa>r í geyma, at tað eru
fleiráraplanturnar, sum eru við yvirlutan at ílendast, og
ársplanturnar, sum oftast hvórva og koma aftur, tær slóð-
ast inn við fræ og koma aftur, um tær ikki tola veturin.