Fróðskaparrit - 01.01.1952, Page 15
NAUSEA EPIDEMICA
í FØROYUM
Eftir R. K. Rasmusscn.x)
Hin 11, august 1938 varð hann, ið hetta skrivar, biðin
at koma til 1 ár gamlan drong í bygdini M. Drongurin
hevði saman við móður sínari í 3 mánaðir verið hjá skyld-
fólki á Hvítanesi við Tórshavn. Har var hann vorðin sjúkur
hin 7. august og spýði. Dagin eftir lívsýki og 38,2°. Drong-
urin var tó ikki ússaligari enn so av sjúkuni, at móðirin
hin 9. augusl kundi fara við honum aftur til heimbygdina.
Her helt spýggjan og lívsýkin á, men tá ið kroppshitin nú
var fallin, var drongurin uppi aftur og úti hin 10. og somu-
leiðis hin 11. august. Men út á dagin hin 11. kom spýggjan
aftur, samstundis sum drongurin alt oftari hevði opning,
sum skjótt var tunnur sum vatn. Um kvolđið varð læknin
tí biðin at koma. — Hjá dronginum var tá einki sjúkligt hjá
doktaranum at síggja. Longu dagin eftir var hann nógv
betri, og skjótt var hann heilt frískur.
Henda stutta sjúkusogan hjá einum barni við lítlum
fepri, spýggju og lívsýki tykist lítið eyðkend, men var kort-
ini hin fyrsti sjúkutilburður í mínum læknadómi av ein-
ari umfarsjúku, sum uttan iva kom frá hesum barni og
skjótt spjaddist um alla bygdina. Henda sjúkan hevði, sum
niðanfyri verður víst á, yvirhóvur somu eyðkenni sum tann
x) týtt hevur Jóhannes av Skarði