Fróðskaparrit - 01.01.1952, Page 17
Nausea epidemica í Fóroyum.
23
men eisini í vistarskúlum og oðrum skúlum, í einari her-
mannabúð og á einum sjúkahúsi. Ígerðartíðin tykist vanliga
at vera 1—2—3 samdogur, men hevur eisini verið eitt
sindur longri. Sjúkdómseyðkennini eru hovuðpína, orilsi,
vaml, spýggjan, lívsýki, búkillska, lendapína og vanliga
eisini hiti; men ikki oll tey sjúku hóvdu óll hesi sjúkdóms-
eyðkenni. Sjúkdómseyðkenni frá nervalagnum eru so sum
eingi, um nókur eru. Sjúkan varar vanliga tveir dagar, men
kann eisini vara eitt sindur longur. Hin sjúki er vanliga
frískur í somu lótu, sum sjúkdómseyðkennini eru burtur.
Hann kendi seg ikki linan ella ússaligan aftaná, fekk held-
ur ikki varandi mein.
Ein riðil av óðrum læknum hava — somuleiðis í Uge-
skriftet — skrivað um sjúku ella sjúkur, sum minna nógv
um ta sjúkuna, sum henda greinin er um, men sum tó í
nókrum megintáttum tykjast at víkja frá henni. Ritgerðir-
nar eru: E. Svensgaard10: En ny epidemisk Sygdom?
1946, E. Meulengracht & J. Wendelboe-Jorgensen11: Neu-
ro-labyrinthis epidemica? 1947, N. C. Borberg1'2: »Yertigo
epidemica« 1947, Torsten Lindquistls: Neuro-labyrinthitis
epidemica 1947, E. Roelsen14: Neuro-labyrinthitis epi-
demica? Arachnoiditis? 1947, Stig Tliomsen15 1947, Knud
Winther1 (i,1 7: Vertigo epidemica s. neuraxitis vertiginosa
1949 og 1952, A. H. & A. L. Schleisner18: Ødemata varia
epidemica? 1949, Herdis von Magnuslf): Isolering af tre
Virusstammer af Coxsackiegruppen fra Patienter med me-
ningeale Symptomer 1949, K. Østerskov Jensen20 1949,
Otto Rasmussen21: En »ny« Sygdom? 1950, Tónnes W.
Matthiessen & S. H. Mygind- 2: »Om vertigo epidemica«
etc. 1952 og T. Dalsgaard-Nielsen & Helge Hertz2S: Om
»vertigo epidemica« 1952. Tað er óneyðugt at nevna sjúk-
dómseyðkennini. Tey eru lýst væl og virðiliga í Knud Win-
thers ritgerð 1952: Vertigo epidemica s. neuraxitis vertigi-
nosa, og verður víst til hennara.
E. Juel Henningsen bað í 1941 læknar landsins um at
savna saman upplýsingar um nausea epidemica og at