Fróðskaparrit - 01.01.1952, Side 18
24
Nausea epidemica í Fóroyum.
skriva um hesa sjúku; hann lovaði hjálp frá Seruminstitutl-
inum til kanningarnar. I 1949 vísti Haakon Natvig2 i, at
nausea epidemica og stafylococ-mateitran vóru átokar sjúk-
ur.
Nausea epidemica, eisini kallað Roskildesjúka, er
nevnd í flestum Medicinalberetninger frá 1936—1946. I
1936 verður sagt frá o. u. 1100, í 1941 2042 sjúkutilburð-
um; annars liggja tolini ímilluin 240 (1943) og 34 (1946).
Aftaná 1946 er togn um sjúkuna. — í »Medicinalberetning
for Færoerne« er sjúkan nevnd bert eina ferð. I 1938, tá
vóru 35 sjúk.
Sjúkan gekk víða í M. í august og september 1938,
og hon kom í flestu hús. Tað var óllum greitt, at hetta var
ein sjúka fyri seg, og at hon var komin frá omanfyri nevnda
smádreingi, sum hevði borið hana við sær av Hvítanesi.
Sjúkan gekk tí í M. undir navninum »hvítanesbúksjúkan«.
Hon sendi eina lítla grein til grannabygdina N. Á somu
tíð gjordust nókur sjúk í tí triðju bygdini L. Nakað samband
ímillum umfarssjúkurnar í M. og L. kundi ikki ávísast;
men tað er kortini orsók til at halda at hesar báðar umfars-
sjúkur hoyra saman. Ógjórligt er at siga, hvussu mong fólk
fingu sjúkuna í M., helst vórðu nærum helvtin av teimum
o. u. 250 fólkum í bygdini sjúk. f N. vóru bert tvey — 2
konufólk — sjúk; tey hóvdu verið í M., tá ið sjúkan var á
hæddini har. í L. við stívum 600 fólkum vóru savnaðar
saman upplýsingar um 26; men tey vóru fleiri.
Síðan vita vit ikki vist um nakran sum hevði hesa somu
sjúku fyrr enn í juli 1944. Tá kom aftur ein lítil umfar-
sjúka í L við 23 sjúkum. Har afturat 2 sjúk í einari lítlari
grannabygd K við 6 húsum og stívum 30 fólkum, og 4
sjúk í einari aðrari bygd A tætt hjá við 17 húsum og o. u.
100 fólkum. Til saman 29 sjúk — óll í juli 1944. Aftur at
hesum komu tvey sjúk í september sama ár í bygdini D við
39 fólkum í 8 húsum. Tilsaman í 1944 verða tað so 31.
Sjúkueyðkennini á farsóttunum í 1938 og 1944 eru
heilt tey somu og kunnu tí takast saman undir einum. Upp-