Fróðskaparrit - 01.01.1952, Page 19
Nausea epidemica í Fóroyum.
25
lýsingarnar um tey nógvu sjúku í M í 1938 eru tíverri ov
óíullkomnar. Hesin parturin av umfarsjúkuni í 1938 má tí
leggjast til viks, tá ið sjúkueyðkennini verða at greiða.
Har aftur ímóti kunnu teir 2 sjúkutilburðirnir í N. og teir
26 í L sama ár nýtast til hetta endamál, og sama er við
teimum 31 sjúkutilburðunum í hinum 4 bygdunum har sjúk-
an gekk í 1944. Tað verða so tilsaman 59 sjúk, sum vit
hava upplýsingar um.
Frammanunđan er nevnt, at umfarsjúkan í 1938—
ella ið hvussu er ein partur av henni —- kom upp á Hvíta-
nesi. Hvussu smádrongurin er vorðin smittaður, vita vit
ikki. Vit vita um onga umfarsjúku har. So upprunin hjá
umfarsjúkuni í 1938 er fullkomiliga ókendur, og sama er
at siga um umfarsjúkuna í 1944.
I 1938 vóru allir sjúkutilburðirnir í august og septem-
ber. í 1944 vóru 29 at síggja í juli mánaði, hinir tveir
vóru í september.
TEIR 59 SJÚKLINGARNIR SKIFTIR EFTIR ALDRI OG KYNI
Undir 1. ári 1—4 5—14 15 65 M. K. 65— M. K. Tils.
1938 3 7 3 1 13 1 28
1944 1 6 3 5 14 2 31
4 13 6 6 27 0 3 59
Sjúkan eirdi — sum í talvuni sæst — ongan aldur,
men konufólk tykjast nógv áriniligari at fáa sjúkuna enn
mannfólk. Og hetta bæði í 1938 og 1944. Tilsamans 30
konufólk og 6 mannfólk. Tó mega vit ikki gloyma, at í
august—september 1938 vóru nógv mannfólk burtur undir
íslandi og við Gronland. Kríggsárið 1944 var eisini ein
partur av mannfólkinum burtur í juli mánað.
Tað tykist avgjort, at sjúkan er smittsom; men kortini