Fróðskaparrit - 01.01.1952, Page 21
Nausea epidemica í Foroyum.
27
smáum bornum sum oftast bert moguligt at avgera sjúkuna,
tá um somu tíð eisini vaksin í sama húsi ella millum næstu
skyldfólk vóru sjúk.
Sjúkan' kom altíð knappliga. Merkiliga nógv gjórdust
sjúk um náttina ímillum kl. 24 og kl. 6. Vit vita tó eisini
um sjúklingar við teimum allarfyrstu sjúkubrógdunum um
dagin og kvóldið. Komu tey fyrstu sjúkueyðkennini um
náttina, vaknaði hin sjúki, sum um niðurfaringartíð livdi
væl, við órilsi, hóvuðpínu, ilt fyri hjartanum, ilt í búkinum
og lendapínu, men ikki óll hóvdu óll hesi sjúkueyðkenni.
Summi kendu tað sum sjóverk, og ein einstakur kendi tað,
sum hann var fullur. Aftrat komu viðhvórt, men minni enn
so altíð, spýggja og lívsýki. Tey kundu koma beinan vegin,
tá einir tveir tímar vóru gingnir ella 1—2 dagar seinni.
Ein 3 ára gomul genta gjórdist sjúk og spýði, meðan hon
spældi úti, og helt fram við at spæla (sí sjúkusógu VI).
Tey kundu hava vaml leingi og eftir tað, at óll onnur sjúku-
eyðkenni vóru burtur — eina einstaka ferð 6—7 samdógur.
Vaml var eitt av teimum fyrstu og vanligastu sjúkueyðkenn-
unum, ofta tað allarfyrsta, og tað var ofta tað.síðsta sum
hvarv. Eisini órilsi vardi javnliga leingi. Tey flestu noydd-
ust at liggja í songini, til tað ringasta var av. Einstók, sum
vóru bert lítið sjúk, stríddust tó uppi alla tíðina. Illskan í
búkinum sat ikki altíð bert fyri flagbróstinum. Hendinga-
ferð kundi hon sita omanfyri blóðruna ella í lendunum. Hjá
einum var húðin um búkin ovurviðkvæm.
2 sjónsk sjúkueyðkenni: Spýggja og leyst lív eru nevnd
omanfyri. Afturat hesum koma onnur. 2 ferðir sást roði í
hálsinum. Annar av hesum sjúklingunum hevði uttan iva
krím og kanska kom hálstakið av tí. Tað sást ongantíð blóð
í skarninum og lívsýkin var ongantíð so ógvislig sum við
paradysepteri — ein sjúka, sum er innlendsk í Fóroyum.
Ein vertur av skarninum frá einum sjúklingi varð sendur
til kanningar hjá Statens Seruminstitut. Svarið ljóðaði:
Ongar sjúkuelvandi mikrobur. Tvær ferðir kendist skvatl í
langabotninum. Hjá óðrum av hesum sjúklingunum kom