Fróðskaparrit - 01.01.1952, Side 22
28
Nausea epidemica í Foroyum.
seinni leyst lív, hjá hinum ikki. Kanning av hjarta og lung-
um vísti, at her var einki sjúkligt. Aldri gulusótt. Kropps-
hitin næstan altíð hægstur beinan vegin, síðani líðandi fall-
andi. Aldri ov hógur kroppshiti í meira enn 4 samdógur,
ofta bert 1 dag og annars skiftandi frá lítlum hita til 40°.
Tey allarflestu vóru bert sjúk í 1—3 dagar; eingin móði-
kensla aftaná.
Sjúkusoga I.
Kv. E. K. 29 ára gl. Dóttir og systurdóttir verið sjúkar.
Sjálv sjúk 9/9 1938 kl. 4 M.: Hóvuðpína, vaml, órilsi og
lendapína. Kroppshitin um kvóldið 38,3. 10/9 37,1 og
skvatl í langabotninum. 11 j9 frísk. Eingin spýggja og ikki
leyst lív.
Sjúkusóga II.
Kv. K. J. 28 ára gl. Sjúk 12/9 1938. Vaknaði kl. 2 M.
og hevði hóvuðpínu, ilt fyri hjartanum, órilsi og lendapínu.
Spýði fleiri ferðir. Ikki leyst lív. Kroppshitin ikki máldur.
Uppi og úti sama dag. 2 bórn í húsinum, men hvórki av
teimum sjúkt.
Sjúkusóga III.
Kv. E. P. 29 ára gl. Sjúk 26/9 1938 kl. 21: Vaml, ór-
ilsi og ilt fyri flagbróstinum 27/9 38,7/37,4. Eym fyri flag-
bróstinum og niður ímóti blóðruni, ovurviðkvæm í húðini
um allan búkin, tá húðin legðist í rukkur. Við 1. sjúklinga-
vitjan 27/9 enn eingin opningur, men skvatl í langabotni-
num. Dagin eftir leyst lív 3 ferðir, men annars frísk, kropps-
hiti var tá 36,8. í húsinum maður og bórn — einki av teim
um sjúkt.
Sjúkusóga IV.
Kv. M. N. 26 ára gl. Frísk um morgunin 5/7 1944. Ar-
beiddi úti allan dagin. Ilt fyri hjartanum kl. 15, kendi seg