Fróðskaparrit - 01.01.1952, Síða 23
Nausea epidemica í Foroyum.
29
sjúka, mátti gevast at arbeiða kl. 9% °g fara til songar.
Vaml alla náttina, eisini orilsi og pína fyri flagbróstinum.
Kroppshitin máldur fyrstu ferð °/7, var tá 38,6/39,6. Hin
7/7 38,0/38,0 og 8/7 36,9/36,9. Onga tíð spýggja ella leyst
lív, men vaml í fleiri dagar, og enn hin 17/7 — 6 dagar
eftir 1. sjúkudag.
í sama húsi vóru umframt nevnda konufólk, faðirin,
móðirin og 2 vaksnir broður. Einki av teimum fekk sjúk-
una. Men ein bróðurkona, sum búði í einum húsum tætt
hjá og sonur hennara gjórdust sjúk. Sjúkusoga bróðurkon-
unnar er niðan fyri (V).
Sjúkusdga V.
Kv. J. N. 37 ára gl. Frísk um morgunin 6/7 1944. Sjúk
kl. 15, kroppshitin tá 39°. Hevði vaml og pínu í lendunum.
Spýði 3 ferðir frá kl. 15 til kl. 20. Kroppshitin nú 40°.
Dagin eftir 39,0/39,1. 8/7 37,8. Var einasta konufólk í húsi.
Noyddist tí at fara upp, men hevði enn ilt fyri hjartanum,
og tað vardi við í fleiri dagar. Hevði eisini í fleiri dagar ór-
ilsi, tá ið hon bendi seg framyvir.
I húsi vóru maður og kona og 2 bórn undir 6 ár. Tað
yngra, ein drongur upp á 2 ár, gjórdist sjúkur 9/7 kl. 1
um náttina. Vaknaði tá við spýggju, lá í seingini tann dagin
og tóktist so at vera frískur. Ikki leyst lív. Um kroppshitan
veitst einki. Hitt barnið og faðirin fingu ikki sjúkuna.
Sjúkusóga VI.
Kv. S. V. 3 ára gl. Móðirin sjúk 20/7 1944. Móðursystir
í einum óðrum húsi sjúk nakrar dagar seinni. Barnið
sjúkt og spýði 31/7 fyrrapartin, meðan tað spældi úti. Spýði
fleiri ferðir, tveir teir næstu dagarnar. 2 ferðir tunnan opn-
ing 2/8. Kortini lítið sjúk. Eitt sindur av fepri.
Hetta, ið her er skrivað, man óivað vísa, at umfarsjúk-
urnar í Fóroyum í 1938 og 1944 eru epidemisk nausea.