Fróðskaparrit - 01.01.1952, Page 29
Um nalvalopið hjá pinkubornum
35
fantum. Hetta nalvalop kemur altíð út gjognum nalvaring-
in. Einstakir (t. d. Bailey & Love 1938) nevna hesi tarma-
lop fyri smá hernia umbilical. congenita, halda tey sostatt
vera viðfodd og nýta fránevnið infantilis um nalvalop, sum
koma heldur seinri í lívinum, hjá 3 ára gomlum bornum
og eldri. Aðrir (t. d. Klemperer & Klemperer 1930) siga,
at einstok nalvalop í hesum bólkinum eru viðfodd, megin-
parturin íkomin aftaná burðin. Hesin skilnaður hevur kort-
íni lítið og einki upp á seg, um tilgongdina eru allir á ein-
um máli.
Men um vaxnamannanalvalopini tykjast hugmyndirnar at
vera ójavnar í lít. Meðan vit her í norðanlondum rópa nalv-
alopið hjá vaxnum fyri hernia umbilicalis adultorum (t. d.
Brofeldt 1934), og siga tað at vera uppkomið á júst sama
hátt sum nalvalopið hjá pinkubornum, t. v. s. út gjognum
nalvaringin, iso leggja eingilskir hovundar (t. d. Bailey &
Love 1938) doyðin á, at hetta tarmalop bert er nalvalop
»av navnkc, at tað ongantíð kemur út gjognum nalvaringin,
men er úrslitið av eini úttamban av hvítuspongini beint
omanfyri nalvaringin ella — heilt sjáldsamt — beint nið-
anfyri hann. Teir nevna tí hetta tarmalop fyri hernia para-
umbilicalis, eitt heiti, sum eisini er nýtt í norðanlondum,
men hert um tey tarmalop í nalvaokinum, sum skilliga eru
paraumbilical, t. v. s. tey, sum iskurðlæknin undir viðgerð-
ini sær einki hava við nalvaringin at gera. Týskarar tykjast
ikki at taka stoðu til spurningin (t. d. Sudeck 1923, Klem-
perer & Klemperer 1930). Hvonn týdning hesin spurning-
ur hevur skal verða nomið við seinri.
2. Nalvalopið hjá pinkubarninum (atvoldir og onnur
sermerki).
Tað er so mangan, tá vit vita ikki reiðuliga atvoldina
til eitt mein, at tá eru boðini mong. Leita vit í teimum van-
ligu lærubókum í barnasjúkum og skurðkynstri, so finna
vit, at menn serliga festa seg við óvanligan veikleika í nalva-