Fróðskaparrit - 01.01.1952, Side 31
Um nalvalopið hjá pinkubornum
37
arnalvi hevur týđning (Baty & Wagner 1948), men til hetta
man tað vera ov mikið sjáldsamt.
Fyri heilsufroðingar er tað áhugavert at lesa, at Bi-
vings (1933) í Atlanta (í Ameriku) hevur funnið, at títt-
leikin av nalvalopum var ikki hin sami alt árið, men ymisk-
ur eftir tí árstíð, 'barnið var fott. Born borin í heim út á
heystið hovdu upp á seg fleiri nalvalop enn born, borin í
heim vetur, vár og summar. Hann heldur, at ílegan til
nalvalop festur seg ógvuliga tíðliga í fosturlívinum sum
eitt lyndi til minni halđgott errhold, og at atvoldin til hetta
er tann, at fyrsti parturin av fosturlívinum hjá hesum born-
um kom at vera á hávetri. Mori (1938) fann í Japan, at
bórn borið í heim í januar hóvdu uppá seg flestu nalva-
lopini og fæst tey bórn, sum vóru borin í heim í apríl. Hetta,
sigur hann, er sama gongd sum eingilsk sjúka (craniotabes)
sýnir, og ivast hann tí ikki í, at samband er millum hesi
mein.
Riisfeldt (1945a) fann í sínum tilfari, at bórn við
lítlari burðartyngd vanligari hóvdu nalvalop enn tyngri
bórn. 3 mánaðar gomul hóvdu enn bórn, sum vigaðu minnst,
mest nalvalop uppá seg, men hann kundi einki vist siga
um 1 árs gomul bórn. Hess &Lundeen (1949) ætla, at
drúgv 70% av óllum ov tíðliga fóddum bórnum fáa so stórt
nalvalop, at vit varnast um tey. Hjá blámannabórnum fann
Crump (1952), at 45,4% av teimum, isum hóvdu burðar-
tyngd undir 2500 g fingu nalvalop, og 41,6% av teimum,
við hægri burðartyngd. Munurin var so statt ikki stórur.
Hann fann eisini — men tilfarið er ógvuliga litið, og úr-
slitið tí ikki trygt — at nalvalopini skjótast hvurvu hjá ov
tíðliga fóddum bórnum.
Annars minnir Crump (1952) á tað kenda fyribrigdið,
at bórn við kretinismus fáa nalvalop — og vit kunnu her
skjóta upp í millum annað eisini barnamyxoedem. Hann
hugsar sær okkurt samband millum lyndi til nalvalop og
lækkaða evnisbroyting, av tí at evnisbroytingin bæði hjá
kretinarbórnum og ov tíðliga fóddum er lág.