Fróðskaparrit - 01.01.1952, Page 32
38
Um nalvalopið hjá pinkubornum
Kanna vit nú eftir, hvussu vanligt nalvalopið er, so
siga teir flestu tað at vera ógvuliga vanligt, men kortini
eru ikki heilt fáir, sum siga tað at vera heldur sjáldsamt.
Her loysir iseg ikki at nevna leys tol, sum byggja einans á
ætl, men tað er vert at gera vart við, at ymist man vera,
hvat menn skilja við nalvalop. Annars ber ikki til, at tol-
ini kunnu vera so ójovn. Summir tykjast bert at telja uppí
rættulig tarmalop, aðrir taka eisini nalvar, sum standa eitt
sindur fram, meðan uppaftur aðrir siga ein víðan nalva-
ring, har fingur toluliga væl sleppur inn í búkin, at vera
nalvalop, hóast einki tarmalop er í lotuni og kanska ongan-
tíð hevur verið. Tvídráttur kann sjálvsagt vera um, hvat ið
beinast er, men skulu tól ymsastaðni berast saman, mugu
allir menn vera á einum máli um, hvar markið skal ganga.
Umframt er sjálvsagt neyðugt at skila til aldur barna og
uppaftur, hvórjum fólkaslagi, tað er úr.
Bivings (1933) fann millum nýfóðingar og heldur
eldri pinkubórn, at 8,2% av hvítum, men 27% av blá-
mannabðrnum hava nalvalop. Bailey & Love (1938) siga
— uttan at nevna nakað kannað tilfar — at umleið 20 %
av (ivaleyst enskum) pinkubórnum hava stórri ella smærri
nalvalop. Haraftur ímóti fann Evans (1941), at av hvítum
pinkubórnum hóvdu einans 3 %, men av »litaðum« bórnum
í Cleveland í Ameriku hóvdu tey 24,7 % hetta meinið. Jones
(1941) var ein hin fyrsti, ið gjórdi vart við og spurdi seg
fyri viðvíkjandi tí stóra muni millum hvít bórn og blá-
mannabórn. Hann metti, at út við 90 % av hesum seinru
hóvdu nalvalop.
Riisfeldt (1945a) fann hjá donskum nýfóðingum, at
24,7 % hóvdu nalvalop. 3 mánaðar gomul hóvdu 24,5 %,
12 mánaðar gomul hóvdu 11,5 %, 7 ára gomul hóvdu 4,43
% og 14 ára gomul einans 0,43 % hetta mein. Crump
(1952)hevur nústaðni við nágreiniliga at kanna blámanna-
pinkubðrn funnið, at ruddiliga 40 % hóvdu nalvalop. Hann
fann annars, at eisini hjá blámonnum hvarv hetta tarmalop
skjótt. í aldrinum 1—2 ár hóvdu 28,5 %, 3—4 ár 15,9 %,