Fróðskaparrit - 01.01.1952, Qupperneq 33
Um nalvalopið hjá pinkubornum
39
5 ára gomul 9,3 %, 6 ára gomul 5,4 % og 7 ára gomul
6,3 % nalvalop. í aldrinum 8—16 ár fann hann ongan til-
burð av hesum meini.
At skilligur munur er hjá ymiskum fólkasldgum er tí
eyðsæð, men aðrar enn tær nevndu rannsóknir tykjast ikki
at vera til í bókmentunum. Kortini skal nevnast, at Vilesov
(] 934) hjá ungmennum í russiska herinum skal hava funn-
ið, at 25 % hovdu nalvalop (Jensen 1945).
Hvor atvoldin er til, at summi fólkaslog vanligari hava
nalvalop enn onnur, vita vit ikki. Mahorner (1940) hevur
hildið, at atvoldin til tey nógvu nalvalop hjá blámonnum
kanska er tann, at nalvasinabandið (fascia umbilicalis)
ofta ikki er til hjá hesum fólkaslag. Tá Jaffe (1947) sigur,
at nalvalop er nógv vanligari millum europeiskar innflyt-
arar í Ameriku enn millum hvítar amerikumenn, og at
hetta kemur av, at teir fyrru fáa nógv ringari fóðslu, liva
undir fátæksligari umstóðum og eru noygdir við ólærdari
hjálp til barnaburðirnar, so man hetta kortini, sum longu
frásagt í erva, vera ivingasamt.
Jensen (1945) heldur, at ein persónlig ílega her eins
og í uppkomuni av óllum tarmalopum altíð má vera til-
staðar, og at líkt er til, at henda í'lega er samanhundin við
ílegu til tarmalop aðrastaðni í kroppinum. Og Crump
(1952) sigur, at munurin millum fólkaslóg tykist at benda
á ættarbregði. Ivaleyst hava báðir grein í sínum máli, men
ger hetta kortini ikki sjálvan upprunan greiðari.
Bókmentirnar eru ikki á einum máli, um nakar munur
er í títtleikanum á nalvalopum kynja millum. Carter
(1932) sigur ongan mun at vera á dreingjum og gentum,
og Riisfeldt (1945a) fann heldur ongan skrlligan mun í
nókrum aldri í sínum stóra tilfari. Tá bórn koma til við-
gerðar tykist at vera heldur óðrvísi. Jensen (1945) fann
tá fleiri dreingir enn gentur, og hann sigur bæði Berger,
Wilckens og Patel at hava funnið tað sama. Barrington-
Ward (1947) heldur nalvalop vera vanligari hjá gentum,
Ladd Æ Gross (1948) siga tað at vera tvær reisur, og Jaffe