Fróðskaparrit - 01.01.1952, Side 34
40
Um nalvalopið hjá pinkubornum
(1947) at vera 4 ferðir so vanligt hjá gentum sum hjá
dreingjum. Eingin teirra tykist kortini at hava kannað nak-
að tilfar. Hjá blámonnum fann Crump (1952), at munurin
hevði lítið uppá seg. Tók hann allan aldur undir einum,
hóvdu av dreingjunum 25,3 og av gentunum 27,9 % havt
tarmalop.
3. Rannsóknir úr egnum tilfari.
Pinkubórnini, sum tær fylgjandi avleiðingarnar stava
frá, eru 4270 bórn, fódd í hjúnarbandi í Holbæk amt í
Danmórk í árunum 1939—42. 011 hesi bórn hava frá tí,
tey vóru nýfóðingar til tey vóru 1 árs gomul, verið undir
regluligari umsjón av væl lærdum heilsusystrum, og eru
tað dagbókur heilsusystranna gjógnum alt árið fyri hvórt
barnið sær, sum eru stóði undir kanningunum. Hetta barna-
tilfar, sum er meginparturin av einum upp aftur stórri til-
fari uppá 4948 bórn, var upprunaliga ikki kannað við
tí endamáli at lýsa nalvalopini, men við at lesa hesar nógvu
dagbókur stúrsaði eg yvir, hvussu nógv bórn, ið fingu nalva-
(lop, og eisini yvir, hvússu skjótt, ið hesi tarmlop lektust av
plásturviðgerðini. Nú var plásturviðgerðin eitt av teimum
ókjum, sum var loyvt heilsusystrunum sjálvum at fáast
við uttan lækna, og tað var skilligt, at tær hóvdi sýnt hes-
um meini og viðgerðini við stóran áhuga. Dagbðkurnar
tóktust mær í so máta so væl fórdar og álítandi, at eg setti
mær fyri at kanna spurningin, sum lítið tá — í 1943 ——
var tskrivað um. Eg byrjaði tí av nýggjum at lesa dagbóka-
tilfarið, og tók nú upp í kanningar mínar tað, sum mær
tóktist serliga var fyri neyðini at fáa uppspurt um nalva-
lopið.
Her skal verða nevnt, at tilfarið alt er frá 12 ymisk-
um heilsusystrum, sum í meðal hava vitjað hvórt barn 15—
16 ferðir, áðrenn tað var ársgamalt. 43 % av bórnunum
hóvdu onkuntíð eina ella fleiri ferðir verið hjá lækna,
umleið 3 % á sjúkrahúsi. Ein nágreiniligari lýsing av hes-