Fróðskaparrit - 01.01.1952, Side 35
Um nalvalopið hjá pinkubornum
41
um barnatilfari, fyrimunum og brekum tess, verður lopin
um her, men verður til skjals í aðrari — enn óprentaðari —
ritgerð.
Tær upplýsingar, eg tók við um nalvalopið, vóru hes-
ar: nær fingu born nalvalop, hvussu vóru tey viðgjórd óg
við hvórjum úrsliti. Stóddin á nalvalopinum var ikki altíð
upplýst og bar tí ikki til at taka við.
Hvussu álítandi kann nú hetta tilfar ætlast at vera?
Tað er einki at taka seg aftur í, at heilsusystrarnar hava
lagt sær nær at kanna eftir nalvalopum, at viðgera tey og
at skriva upp úrslitið. Her er kortini at hava í huga, at
uppgáva teirra var ikki fyrst og fremst henda, og er tí
hugsandi, at okkurt lítið nalvalop av og á er gloppið burt-
ur í millum. Sama er at siga um endaliga úrslitið av við-
gerðini. Tað er væl trúligt, at lækni, sum nágreiniliga fór
undir at kanna sama barnatilfar, hevði funnið heldur fleiri
nalvalop enn heilsusystrarnar, og at hann ikki heldur hevði
verið fult so væl noygdur við úrslitið sum tær, men viðhvórt
hevði dómt lítið nalvalop at verið eftir, har heilsusystirin
segði einki at vera. Men tað man vera lógið at hugsa sær,
at hesi glappakóst skulu raka úrslitini í samband við vissar
bólkar, t. d. tá munurin kynja millum, samband við burð-
artyngd barna ella burðarmánað verður lýstur. Her man —
um so er — nakað tað sama vera gloppið burtur úr óllum
bólkum, uttan fyrimun.
í 1. talvu er nalvalopið borið saman við kyn og burð-
artyngd (8 bórn, har burðartyngdin var ikki kend, detta
burtur úr). Tað sæst, at 18,5 % av óllum bórnum hava
fingið nalvalop, áðrenn tey vóru ársgomul. Hetta talið er
lægri enn tað, ið Riisfeldt (1945a) fann hjá óðrum donsk-
um bórnum, men liggur í toluliga somu hædd.
Tað sæst eisini, at munurin millum dreingir og gentur
er ikki stórur. I óllum tilfarinum hava 19,6 % av dreingj-
unum og 17,3 % av gentunum fingið nalvalop. Eittans er
undantakið, og tað er hjá gentum, ið vógu meiri enn 4500
g, tá tær vóru bornar í heim. Annars hava dreingirnir í