Fróðskaparrit - 01.01.1952, Page 39
Um nalvalopiS hjá pinkubórnum
45
%
1. mynd. Nalvalopini borin saman við burðarmánað, alt tilfarið
(The frequency of umbilical hernia in infants according to birth
month, all cases).
livað fyrsta fosturlív sítt á ljósasta sumri. Her verður í
hvussu er nakað, sum hylkir. — í ritgerð, sum er ikki
prentað enn, havi eg nágreiniliga kannað, hvussu samband-
tð er millum burðarmánað og eingilska sjúku. Henda rann-
sókn vísti, at born, borin í heim í apríl—juni ikki so tíðum
fingu eingilska sjúku sum bórn, borin í heim í juli—de-
cember. Men eisini her hóva hóvdin í juli og lægdin í sep-
tember á 1. mynd illa saman við gongdini av eingilskari
sjúku. Tað er tí ivingarsamt, um tað ber til at taka úrslit-
ini hjá Mori (1938) fyri fullt. — Hugsast kundi, at sam-
bandið millum burðarmánað og títtleikan av nalvalopum
skilligari kom í ljósmála, koyra vit bórn við burðartyngd
undir 3000 g burtur úr tilfarinum. Ein partur av hesum
bórnum eru ov tíðliga borin íheim og kunnu tí káma úr-
slitið. Tað sæst kortini av 2. talvu, at úrslitið verður einki
skilligari. Vit fáa somu hóvdir og lægdir.