Fróðskaparrit - 01.01.1952, Side 40
46
Um nalvalopið hjá pinkubórnum
Vilja vit draga úrslitið saman, noyðist tí at vera sagt,
at annaðhvort er sambandið við árstíðina av oðrum slag enn
hugsað av Bivings (1933) og Mori (1938), ella er tað
bert eitt samband av tilvild.
Annars er bert umleið 6 % av bornunum í mínum til-
fari sogd at hava eingilska sjúku, hóast tað er líkt til, at
heilsusystrarnar hava ikki verið forar fyri at finna meiri
enn helvtina áv tilburðunum av hesi sjúku. Kortini man
ikki — sum áður nevnt — vera stórvegis samband millum
cingilska sjúku og nalvalop. Nokur aðalatvold er eingilsk
sjúka ikki.
Nær nalvalopini komu fram fyrstu ferð, so foreldrini
og heilsusystrarnar varnaðust um tey, er kannað í 3 talvu.
Av teimum 790 nalvalopunum síggjast tey 90,7 % at vera
framkomin, áðrenn barnið var 3 mánaðar gamalt. Ikki
hevur borið til at telja upp, hvussu nógv komu í hvorjum
einstakum mánað, men tað er lítil ivingur í, at tey flestu
Nalvalopið kom fyrstu ferð fram í Tal Procent
The umbilical hernia did appear for the first tiine in the Number Per cent
1. fjórðingsári 1. quarter of life 717 90,7
2. fjórðingsári 2. quarter of life 49 6,2
3. fjórðingsári 3. quarter of life 11 1,4
4. fjórðingsári 4. quarter of life 13 1,6
Tilsamans Total 790 99,9
3. talva. Fyrsta framkoma á nalvalopinum í fyrsta liviári (The
jirst appearance oj the umbilical hernia during the first year oj
lije.