Fróðskaparrit - 01.01.1952, Page 41
Um nalvalopið hjá pinkubórnum
47
komu longu í 1. mánað. Frá 4. til 6. mánað komu drúgv
6 %, og í ollum seinra helmingi av árinum einans 3 %.
Nalvalopið er so statt eitt mein, ið tekur seg upp hjá
nýfooinginum, men tað verður sum nýkomið meiri og meiri
sjáldsamt, eldri pinkubarnið verður.
011 born við nalvalopi uttan 7, har foreldrini ikki
vildu tað, vóru nú beinan vegin viðgjord við heftiplástri.
Henda viðgerðin var altíð hin sama og henda: Eitt 5 cm
breitt heftiplástur varð klipt so langt, at tað bar til at fáa
tað at liggja tvortur um allan búkin og væl út í hupparnar
(reg. lumbal.) á barninum. Barnið liggur opið, meðan
onkur heldur hondunum og strekkir beinini, Plástrið verður
nú fest í oðrum huppinum og lagt plásturmegin upp út frá
barninum. Tarmalopið verður trýst væl inn gjognum nalva-
ringin, hildið inni við báðum fremstufingrum, og húðin
við holdinum báðumegin við verður við tumlunum oðru-
megin og longutongum hinumegin trýst sum tvær tjúkkar
rukkur inn omaná nalvaringin. Meðan onnur hondin slepp-
ur, heldur hin við tumli og longutong rukkurnar fast niður
á nalvaringin, og hondin, sum slapp, tekur um tann leysa
endan á plástrinum og leggur tað fast eftir húðini yvir
nalvan (hin haldandi hondin sleppur í tí sama) og heilt yvir
í hin huppin. Hann, sum ansað hevur eftir, hvussu fólk
leggja hetta plástur, vil hava varnast, hvussu ymist tað
verður lagt, og hvussu tíðum tað miseydnast. Ofta verður
ógvuliga lítil dentur lagdur á at fáa tað í rætta legu. Men
einki er at ivast í, at úrslitið av viðgerðini verður eftir,
hvussu væl tað er lagt. Tað er umráðandi, at fáa tarmalopið
væl inn, at gera nóg tjúkkar húðarrukkur, at ansa eftir, at
nalvalopið loypur ikki út aftur, tá hondin sleppur tí, og at
fáa plástrið at liggja nóg fast allan vegin úr dðrum hupp-
inurn heilt yvir í hin. Heldur má plástrið vera ov langt,
t. v. s. ganga heilt aftur í lendarnar, enn at vera ov stutt,
tí ivaleyst er tað ikki so nógv trýstið beint inn á nalvaringin,
sum umræður, men tað at búkvoddarnir (serliga mm. recti
abdominis) verða trýstir so nær hvor at oðrum, at einki