Fróðskaparrit - 01.01.1952, Side 42
48
Um nalvalopið hjá pinkubórnum
stendur á sjálvum nalvaringinum, sum so fær hovi til at
grógva saman av sær sjálvum í frið og náðum. Er plástrið
lagt væl uppá, kann tað liggja leingi, í fleiri vikur, og
barnið kann verða baðað sum onnur born. Men ymisk er
ciygdin á plástrum tíverri, og detta summi tí skjótt burtur
av. Her er tað ivaleyst ógvuliga umráðandi, at plástrið
verður skift, áðrenn tað er avdottið av sær sjálvum, tí ann-
ars eru líkindi til, at tarmalopið verður kroyst út aftur, tá
barnið t. d. grætur og hostar. Eisini er tað óivað umráð-
andi, at viðgerðin heldur ikki uppat, beinan vegin sum
tarmalopið tykist at vera lekt. Longur arrholdið í nalva-
ringinum fær frið, áðrenn viðgerðin heldur uppat, beti;i
líkindi eru til, at nalvalopið kemur ikki aftur. Men upp-
aflur storri týdning man tað kanska hava, at eldri barnið
verður, rúmari verður inni í búkinum, og minni stendur tí
á nalvaringinum.
Úrslitið úr nevndu plásturviðgerð sæst nú í 4. talvu,
bar upptalt er, hvussu nógv ársgomul bórn enn hóvdu
skilligt nalvalop. Her má skilast til, at uppí tey vánaligu
úrslitini eru eisini tald tey 7, sum onga plásturviðgerð hóvdu
Barna- tal (’.ases Við nalvalopi With unibilical hernia Okend úrslit Hesult unknown
Tal Num bcr Proc.ent Per cent Tal Number Procent Per cent
Dreingir Males 2211 23 1,04 n 0,49
Gentur Females 2059 27 1,31 6 0,29
Tilsamans Total 4270 50 1,17 17 0,39
4. talvu. Úrslitið av áhaldandi plásturviðgerð. Títtleikin av nalva-
lopum hjá 1 árs gomlum bornum (The result of continuous treat-
ment with adhesive plaster across the abdomen. The jrequency of
umbilical hernia in one year old infants).