Fróðskaparrit - 01.01.1952, Síða 43
Um nalvalopið hjá pinkubornum
49
fingið, og at 17 born í talvuni standa undir »ókent úrslit«.
Hesi 17 eru born, sum hovdu fingið plásturviðgerð, men
har tað ikki skilliga er viðmerkt í dagbókunum, um nalva-
lopið var lekt ella ikki, tá tey vóru ársgomul. Úrslitið hjá
ársgomlum bornum sæst nú í talvuni at vera óvanliga gott.
Vit minnast til, at 18,5 % av ollum bornum hovdu fingið
nalvalop. Ársgomul hava eftir hesi uppteljing einans 1,2—
I, 6 % hetta mein. Hetta talið er so væl lægri enn tað, sum
Riisjeldt (1945a) fann hjá ársgomlum donskum bornum,
II, 5 %, at vit fáa illtanka um, at úrslit heilsusystranna er
ikki álítandi. Kanska hava tær ikki so gjolla talt við smá,
ikki púra lekt nalvalop. Tað at Riisfeldt hjá nýfoðingum
fann 24,7 % kann benda tann vegin. Men tað lága talið
hjá ársgomlum bornum í tilfari heilsusystranna kann —
ótrúligt er tað ikki — koma av tí, at oll hesi born reglu-
liga av sama fólki áhaldandi eru viðgjord við plástri, til
einki nalvalop var eftir.
Ógjorligt er at hava nakra trygga hugmynd av, um
hetta úrslit er beint ella ikki. Til tess sjálvur at fáa eina
leiðbeining dóminum viðvíkjandi havi eg kannað 104 púra
frísk born í aldrinum 2—6 ár í Drottning Ingridar barna-
garði í Tórshavn. Einans 2 av hesum bornum hovdu skill-
igt nalvalop, sum eingin kundi vera í iva um, men hjá 8
umframt hevði nalvin kortini ikki heilt sítt vanliga vakra
snið, men bungan stóð nóg so frammalaga í kulluni. Nakað
garnabull varnaðist eg kortini ikki um, og fingur fekkst
ikki inn gjognum nalvaringin, heldur ikki tambaðist nalvin
út, tá barnið fekkst at hosta ella trýsta. Óhugsandi er tað
ikki, at summir vilja telja hesar 8 nalvar uppí »nalvalop«
(sí í erva), men mær tykist helta ikki beint. Hollast man
vera, har maður er í iva, ikki at taka við meiri, enn hann
ka’m standa við.
Sostatt trúgvi eg, at vit hjá ársgomlum hvítum born-
um yvirhovur finna heldur fleiri nalvalop, enn tilfar heilsu-
systranna vísir, men valla meiri enn umleið 5 %.
Vit kunnu nú spyrja, um hesi nalvalop, tá tey eina-