Fróðskaparrit - 01.01.1952, Blaðsíða 45
Um nalvalopið hjá pinkubornum
51
hevur hildið fram, til einki nalvalop meiri var at finna, men
í hvorjari »áhaldandi« viðgerð kunnu sjálvsagt vera heilt
nógvar plásturskiftingar, so oll viðgerðin tilsamans kann
taka fleiri mánaðir. Vit síggja nú í 5. talvu, at 85,9 %
av ollum nalvalopum verða lekt av einari áhaldandi viðgerð
og koma ikki aftur, áðrenn barnið er ársgamalt. Hjá 43
bornum — 5,5 % — hvarv tarmalopið eftir einari við-
gerð, men kom seinri fram aftur. Fjoldin av hesum, tey
40, hvarv av einari viðgerð aftrat, meðan nalvalopið hjá
3 kom fram aftur aftaná aðru viðgerð, men loksins hvarv
fyri eini triðju viðgerð. 50 born — 6,4 % — hovdu enn árs-
gomul hóast áhaldandi viðgerð nalvalop. Av hesum 50
hovdu tey 23 fingið 1 áhaldanđi viðgerð frá tí, at nalva-
Jopið var framkomið, til tey vóru ársgomul, men einki
bagdi. 17 hovdu fingið 2, 8 hovdu fingið 3, og 2 hovdu
fingið 4 ella fleiri áhaldandi viðgerðir uttan úrslit. Aftrat
hesum koma so tey 17 við »ókendum úrsliti«.
Hvor atvoldin er til, at summi nalvalop ikki hvorva
fyri plásturviðgerð, er illt at siga. Riisfeldt (1945a) kom
til tað úrslit, at uppá seg lektust eins nógv, annaðhvort
burðartyngdin hevði verið stór ella lítil. Og vit kunna nevna,
at Jensen (1943) viðvíkjandi afturkoming av nalvalopinum
aftaná skurð hjá vaxnum, ikki fann nakað samband millum
hetta fyribrigdið og stoddina á nalvalopinum ella víddina
á nalvaringinum. — Hugsast kundi, at serliga tey nalva-
lopini, sum koma seint fram. ikki verða lekt, áðrenn barn-
ið er ársgamalt. Og í royndum er tað eisini so. Her skal
eingin talva verða sett hjá, men tilfarið sýnir, at einans
5 °/c av nalvalopum, sum eru framkomin í 1. fjórðungsári,
enn eru ólekt, tá bornini eru ársgomul, men umleið 25 %
av teimum nalvalopum, sum eru framkomin í 4. fjórðungs-
ári. Hetta nýtist kortini ikki at siga annað uttan tað, at tey
fyrru hava havt hóvi til at lekjast í 9—12 mánaðir, tey
seinru einans í útvið 3 mánaðir. Tí markið í hesum tilfari
gongur við aldurin 1 ár.
Hví tey ikki lekjast, vita vit ov lítið um enn. Nevnt