Fróðskaparrit - 01.01.1952, Side 46
52
Um nalvalopið hjá pinkubornum
varð í erva, at valla nakað styðjar ta uppfatan, at t. d.
hosti og eingilsk sjúka hava stóran týdning fyri upprunan
av nalvalopinum. Men eg hugsi, tað er oðrvísi, tá talan
er um tarnaða leking ella afturkoming av hesum meini.
Ferð eftir ferð stóð at lesa í dagbókunum, at barnið hevði
havt slím á lungunum, hevði hostað nógv, og so var nalva-
lopið afturkomið. Uppaftur meiri sjónskt var hetta, tá
bornini fingu kikhosta (hesa sjúku hovdu umleið 5,6 °/o
av bornunum í hesum tilfari havt, áðrenn tey vóru árs-
gomul). Lítið man vera at ivast í, at á sjálva lekingina hava
hosti og ivaleyst eisini aðrar umstoður, har trýstið inni í
búkinum brádliga kann vaxa, eina tarnandi ávirkan. Mill-
um annað Buford (1918) hevur gjort vart við tað sama.
Nærri kanningar mugu greiða hetta, men óhugsanđi er tað
heldur ikki, at eingilsk sjúka kann darva groðingini. Sum
kunnigt er við hesa sjúku lítil stirðil í ollum bindandi holdi
og voddum.
4. Úrtoka og ymsar hugleiðingar atvold og viðgerð
viðvíkjandi.
Draga vit at endanum saman tað, vit hava lært úr
bókmentunum og hesum rannsóknum um nalvalopið hjá
pinkubórnum, verður tað hetta.
Lítil er munurin kynja millum í lyndi til at fáa nalva-
lop, men heldur tíðari fáa dreingir hetta mein enn gentur.
Minni barnið er — meiri óbúgvið — tá tað kemur í heim,
stórri lyndi hevur tað at fáa nalvalop, men heilt stór bórn
tykjast at hava heldur stórri lyndi til hetta enn meðalbórn.
Nakað skilligt samband millum títtleikan av nalvalopum
og árstíðina, barnið er borið í heim, er ikki í hesum tilfari.
Vit vita enn ov lítið um uppruna og atvoldir nalvalopsins,
og enn er tað ikki prógvað, at umstóður við hógum trýsti
í búkinum (hosti, búksjúkur) hava týdning, heldur ikki,
at eingilsk sjúka hjá bórnunum ella vánaligar umstóður
hjá mammunum, meðan tær eru við barn ella eiga barnið,