Fróðskaparrit - 01.01.1952, Qupperneq 47
Um nalvalopiS hjá pinkubornum
53
gera stórvegis mun. At vánalig og tarnað leking av nalva-
sárinum hevur týdning, er nevnt í bókmentunum, men sæst
ongastaðni reiðuliga at vera kannað. í dagbókum heilsu-
systranna sást, at nógvir nýfoðingar fingu vilt kjot í nalv-
an, og at hann minni enn so altíð lektist so væl og skjótt,
sum vanliga verður hildið, men tað hevur ikki borið til at
gera upp úrslitið í hesi kanning.
Nógv hin stdrsti parturin av ollum nalvalopum hjá
pinkubarninum koma til sjóndar í 1. fjórðungsári aftaii á
burðin, heilt lítil partur í 3. og 4. fjórðungsári. Undir reglu-
ligari, áhaldandi plásturviðgerð hvorva tey flestu nalva-
lop, áðrenn barnið er ársgamalt. Hetta tilfar kann ikki
prógva nakað um virðið á plásturviðgerðini, av tí at einki
tilfar uttan viðgerð er at meta saman við. Ivaleyst hovdu
ikki heilt fá nalvalop lekst av sær sjálvum, men at plástur-
viðgerðin skal ongan mun gera í so máta hevði verið logið.
Tey flestu nalvalop lekjast eftir eini áhaldandi viðgerð,
men umleið 15 % av ollum nalvalopum standa við ella
koma aftur ferð eftir ferð, hóast tey tóktust at vera heilt
lekt. Heilsusystrarnar hava funnið, at einans 1,2—1,6 %
av ollum bornum hava nalvalop, tá tey eru ársgomul. Hetta
úrslit er valla álítandi, men líkt er til, at talið eigur at vera
umleið 5%. —
Skurðviðgerðin av nalvalopum hjá heilt smáum born-
um man vera toluliga ókend. Nakran ampa av nalvalopun-
um hava pinkuborn at kalla ongantíð, at tey verða inni-
kleimd er allar rárasta henđing, men kortini kennt (Miller
1932, Jensen 1945, Barrington-Ward 1947, Crump 1952).
Er nalvalopið ikki horvið, tá barnið er ársgamalt, eru
góðar vónir um, at tað fer at hvorva tey komandi árini.
Iljá donskum bornum fann Riisfeldt (1945a) sum áður
nevnt, at 11,5 % hovđu nalvalop ársgomul, drúgv 4 %
7 áragomul og 0,4 % 14 ára gomul. Eftir hansara tykki
eigur tí einans at vera skorið fyri hetta mein hjá smáborn-
um, tá bornini hava pínu um nalvan, og tá nalvalopið fæst
ikki inn aftur, ella tá tað er innikleimt. Er nalvaringurin