Fróðskaparrit - 01.01.1952, Side 48
54
Um nalvalopið hjá pinkubórnum
enn víður og opin, tá barnið er 7 ár, eigur eisini at verða
skorið, rnen annars eigur í ollum forum at verða steðgað,
til barnið er 14 ár. Hjá blámonnum fann sum nevnt eisini
Crump (1952), at nalvalopini líðandi hvorva uttan skurð
fram móti 7 ára aldri, og millum 8 og 16 ár fann hann —
tilfarið er kortini her ikki stórt — einki nalvalop.
Men ikki allir eru á einum máli um hetta. T. d. hevur
Jensen (1945) harðliga mótmælt, at so leingi verður drálað
við skurði í ollum forum. Hann sigur seg í sínum skurðtil-
fari at hava funnið, at ikki sórt av nalvalopum fyri fyrstu
ferð koma fram, aftaná at bórnini eru ársgomul, og eirta
mest leggur hann dent á, at vaxnamannanalvalopini, sum
vanliga verða hildin at koma fram hjá eldri, fórum fólk-
um, serliga konufólkum, longu byrja at taka seg upp frá
15 ára aldri og síðani verða meiri og meiri vanlig. Hann
heldur tí ógvuliga líkt vera til, at vaxnamannanalvalopini
einki eru uttan afturkomin barnanalvalop. Tað, sum hendi
hjá pinkubarninum ella smábarninum, sigur hann, er einki
uttan tað, at innvólurin í tarmalopinum er inn um smokk-
aður, men tarmalopsposin (hin úttanda búkhindin) er
óbroyttur, og út í henda posa gleppa so netja og garnar, tá
ov nógv kemur at standa á seinri í lívinum.
Skurðviðgerðin av nalvalopinum hjá smábarninum hev-
ur lítið uppá seg, og úrslitini eru sera góð eftir einfaldum
skurði, har einki verður gjórt uttan júst hetta, at tarmalops-
posin verður burturskorin (viðgerð eftir Spitzy). Men hjá
vaxnum er hetta hættislig viðgerð, har umleið 15 % av
vanligum og 37 % av innikleimdum nalvalopum doyggja
aftaná skurðin (Jensen 1943), og heldur ikki eru úrslitini
altíð haldgóð (Jensen 1943, Foged 1943).
Alt hetta -ger, at Jensen (1945) mælir til ikki at drála
ov leingi við skurðviðgerð, men at skera hjá smábórnum
nógv vanligari enn flestir vilja gera. Hann biður ikki steðga
til ein vandaleys viðgerð av barninum er vorðin til eina
ógvuliga hættisliga viðgerð av tí vaxna. — Riisfeldt (1945
b) hevur andóvt móti hesum við at siga, at einki prógv er