Fróðskaparrit - 01.01.1952, Page 54
60
Eitt sindur um tuberklasmittuna
aðrar gerðir, eina vissa tíð til at mennast, og teimum á
baki koma fleiri ella færri sjúkdómseyðkenni. Hitt grund-
leggjandi og altavgerandi sjúkdómseyðkenni um tuberkla-
smittu er hin broytta vísingin við tuberkulinroynd. Fólk,
sum undan smittuni vístu negativt við tuberkulin, eru o. u.
6 vikur eftir nýsmittu tuberkulinpositiv, ein vend er komin
í, sum er lott at ávísa við tuberkulinroynd. Henđa broyting
í vísing við tuberkulinroynd, hevur, sum fyrr sagt, ofta
við sær subjektiv og objektiv sjúkdómseyðkenni, nókur av
teimum almenn, sum ov hógur hiti, broytingar við pulsinutn
og ov hógt blóðkroppafall, meðan onnur eru bundin til
sjúkumerktu stóðini í kroppinum og eru at skilja sum ein
fylgja av teimum sjúkligu holdsbroytingunum, og verður
her sipað til pínu aftan fyri brdngubeinið og í tí sjúka lung-
anum. Har afturat er tað sjálv hin sjúkliga gerðin í lungna-
holdinum; bon kann ofta verða ávíst við róntgen, men ikki
sjáldan fáa vit virðismiklar upplýsingar við einfaldari
læknakannan sum. handlan og lurtan av sjúklinginum og
frágreiðing sjúklingsins. Við róntgenrannsókn kann ein vera
heppin og síggja sjálvan nýdepilin, men oftari kann 'brunin
í eitlunum í lungarótini verða ávístur, og ofta er trútið
har ella úti í lungnaholdinum.
So er eitt sjúkdómseyðkennd, knútarósin, sum gevur
illgruna um tuberklar, tó at tað ikki er eitt serstakt eyð-
kenni fyri nýsmittu.
At enda skulu vit nevna rannsóknir viðvíkjandi tu-
berklabaci'llum hjá tuberkulinvendum fólki. Beinleiðis sjón-
eykurannsókn gevur her ógvuliga sjáldan nakað úrslit, men
aling úr magaskolivatni er eitt lag, sum ofta gevur gott úr-
slit. Men hetta frálíka góða rannsóknarlag krevur langa
tíð og er tí heldur óhent við avgerð um nýsmittu.
Her skal verða tikið fram, a't eingi tekin eru til neyta-
tuberklar í Fóroyum.
Boeg (1902) nevnir soleiðis í sínum disputatsi: »eitt
— og tað haldi eg meg noyðast at siga dyggiliga — sum ein