Fróðskaparrit - 01.01.1952, Qupperneq 55
Eitt sindur um tuberklasmittuna
61
hildin vokstur í lungnatuberklum í Foroyum ikki kann
hugsast at vera orsakaður av, er tuberklar hjá neytunum.«
Bech (1934) gjordi í 1929—30 eina rannsókn við-
víkjandi tuberklum hjá neytunum í Foroyum.
Neytatalið var 4000, av teimum vóru 3856 kannað,
25 neyt vórðu ikki kannað, tí teir, ið áttu, noktaðu fyri tí,
og tað ið eftir var, o. u. 125, vóru kálvar undir ^ ár.
Rannsóknin var gjdrd við at spræna tu'berkulin inn í
húðina á neytuiium, og hann fann 12 sum vís'tu positivt,
ella 0,3 %.
Hesi tólv positivu vórðu dripin, uttan at tuberkulin-
roynd varð uppaftur tikin, og tey vístu, tá ið tey vóru flett
og opað, eingi tekin til tuberklasjúku.
Bech sigur sjálvur: »Sjálvur rokni eg ikki við talinum
0,3, tað er eftir míni ætlan alt ov hogt.
Ein nýggj roynd við ollum teim positivu mundi broytt
myndina nakað. Við tað at oll tey positivu neytini vórðu
dripin, hava vit loyvi 'til at hugsa, at neytini í Foroyum hava
at siga ongar tuberklar.«
Tuberklastoðin í Hoydolum hevur nú í 15 ár kannað
ein hóp av mjólkavertúm frá fdroyskum kúm, og eru við
hesum kanningum eingir tuberklar ávístir.
Síðan 1936 er arbeitt við at greina tey ymisku slogiui
av tuberklabacillum hjá sjúklingum í Foroyum; heruppi í
er ein stórur partur av teim smittandi sjúklingunum í hes-
um tilfari. Slag-greiningin er í flestum forum gjdrd á »Sta-
tens seruminstitut« í Keypmannahavn. Hjá dllum tilburð-
unum hava tuberklabacillurnar víst seg at vera av einum
slag — typ. human —.
Vit mega nú halda, at tuberklasjúku-gerðirnar í hesum
tilfari eru orsakaðar av tuberklabacillum av typ. human.
Vilja vit nú hava eitt taltilfar av tuberkulin-vendum
fólkum at nýta til gjdllari rannsóknir viðvíkjandi tuberku-
linvend, kunnu vit í eitt áramál gera tuberkulinroyndir
ferð eftir ferð við einum stórum tali av negativum fólkúm
í einum vissum umdomi í landinum og hava tá líkindi til