Fróðskaparrit - 01.01.1952, Page 57
Eitt sindur um tuberklasmittuna
63
verið í vanda fyri smittu. Hjá einum av sjúklingunum sást
eitlasvullur í fungarótini vinstrumegin. Koch skeyt upp at
kalla henda hi-ta »Initialfieber der Tuberkulose« (smittu-
hita), eitt nevni, sum annars hevur vunnið fram síðan,
serliga í norðuhlendskum bókmentum.
Heimbech kunngjordi í 1927 sínar fyrimyndarligu tu-
berklarannsóknir við sjúkrasystranæmingum á Ullevál
sjúkrahúsi í Oslo. Rannsóknirnar vóru fyrireikaðar soleiðis,
at næmingarnir vórðu tuberkulinroyndir — Pirquet —
beinan vegin tær komu í starvið. Hóvundurin býtti so hetta
tilfarið í 2 flokkar eftir tuberklaviðkvæmi: ein túberkulin-
negativan og ein tuberkúlinpositivan. So varð givið gætur
eftir hesum báðum flokkum fram ígjógnum árini, og tu-
berklasjúkan innan fyri báðar flokkarnar samanborin. ■—
Rannsóknin fevndi yvir 397 sjúkrasystranæmingar á 20—30
ára aldri.
Úrslitið var ómetaligt og marksetandi, tí meira enn
helvtin — 52 % — av næmingunum vístu negativt við tu-
berkulinroyndina, beinanvegin tær komu í starvið, og hetta
gjórdi menn bilsnar, tí tann vanliga hugsanin var, at vaksin
fólk vóru tuberkulinpositiv. Har afturat vístUseg, at flest-
allar í negativa flokkinum komu at vísa positivt, tá ið 1—2
ár í tænastutíðini vóru liðin, vóru soleiðis smittaðar, meðan
tær starvaðust á sjúkrahúsinum. Bera vit saman hin posi-
tiva flokkin og hin upprunaliga negativa flokkin, vóru nógv
fleiri sjúk í seinra flokkinum, eitt úrslit, sum var heilt mót-
sett tí vardigu hugsan, at lungnatuberklar mennast ikki fyrr
enn mong ár aftan á smittu.
Wallgren hevur í einari róð av ritgerðum fingist við
tuberklasmittu. í 1928 greiddi hann frá 6 tilburðum av
smittuhita. 5 av sjúklingunum lógu á sjúkrahúsi, og ógvu-
liga vandaliga varð givið gætur eftir sjúkugongdini hjá óll-
um 6 tilburðum. Hetta vóru 2 pinkubórn, tveir 5 ára smá-
dreingir, ein 7 ára smádrongur og ein 13 ára smágenta.
Hin hógi hitin vardi frá 1 viku til 1 mánað og kom upp í
39—40°. 3 hóvdu knútarósin (erythema nodosum), 4 hóvdu