Fróðskaparrit - 01.01.1952, Page 58
64
Eitt sindur um tuberklasmittuna
bruna í eitlum í lungarótini, 511 fýra hógrumegin, hjá 2 av
sjúklingunum vóru ongar broytingar í lunganum. Ein av
sjúklingunum, eitt pinkubarn, fekk 1 ár seinri tuberklar í
ryggin.
í einari ritgerð (1935) um nýfingnar lungnatuberklar
hjá bornum, sigur Wallgren, um sjúkdómseyðkennini:
Túberkulinvend er avgerandi sjúkdómseyðkenni. Ógvu-
<liga ofta — ja- kanska tað er tað vanliga — kemur hiti.
Hesin hiti er eitt tað týdningarmesta, vit hava, til at kunna
avgera sjúkuna tíðliga. Hann er ójavnur, kann vera ógvu-
liga hogur, upp í 40°, kann koma lúrandi, men kann eisini
koma brádliga. Hitin heldur ofta á í eina viku, vanliga
1—2 vikur, ofta 3 vikur, sjálđan upp í 4—6 vikur. Við
100 tilburðum av nýsmittu á barnasjúkrahúsinum í Gote-
borg verður hetta sagt um smittuhita og hvussu leingi hann
heldur á:
Eingin hiti:
Hiti í minni enn 1 viku:
Hiti í 1—2 vikur:
Hiti í 2—3 vikur:
Hiti í meira enn 3 vikur:
4 tilburðir
22 tilburðir
32 tilburðir
22 tilburðir
20 tilburðir
Ein partur av teim túberklinvendu fáa knútarósin
(erythema nodosum). Vanlig læknakannan (sum handlan
og lurtan av sjúklingunum og frágreiðing sjúklingsins) við
nýfingnum tuberklum gevur vanliga ongar upplýsingar;
av og á er tó andadráturin í veikara lagi, hendingaferð
doyvt bankiljóð ella barkakendur andadráttur.
Blóðkroppafall verður tikið fram sum sera neyv sjúku-
vísing. Blóðkroppafallið er hogt, meðan hitin er, fellur við
og við. men seinri enn hitin.
Síðan nevnir hóvundurin nókur subjektiv eyðkenni sum
móði, skjálvta, ófriðarligan svóvn o. ó. fl.
Róntgenrannsókn vísir vanliga trútnar lungnarótskugg-
ar óðrumegin ella báðumegin, og lungarótin vísist tá stórri